Føroyingar hava goldið ov nógv

Leiðslan í danska flogfelagnum DAT bjóðar føroyingum tilboð, sum ikki eru sædd her á leiðum fyrr. Tað er tí, at eingin, sum fyrr hevur flogið á Føroyarutuni, hevur havt áhuga í at koma við slíkum tilboðum fyrr, sigur stjórin

Tað er einki forgjørt í at bjóða ferðaseðlar út fyri næstan einki. Tað ber seg ikki, men tað var heldur ikki meiningin. Vit hava fingið hesi tilboðini góðkend, og tað er so bara ein tænasta til viðskiftafólkini, sum eingin, ið fyrr hevur floggið upp á Føroyar, hevur verið áhugaður í at bjóða fólki, sigur Jesper Rungholm, stjóri á Danish Air Transport, sum um jólini fer at flúgva nakrar túrar millum Danmark og Føroyar.
Flestu føroyingar munnu hava gingið í teirri »saligu« trúgv, at av tí, at talan er um sonevnda »koncessiónsrutu«, hevur ikki veirð møguligt at bjóða lágprístilboð til kundarnar.
Men soleiðis er ikki, sambært stjóranum í DAT, Jesper Rungholm.
?Vit hava søkt um at sleppa at bjóða nakrar ferðaseðlar út fyri heilt lágan prís, og tað hava vit fingið loyvi til. At tað ikki hevur verið gjørt fyrr, fái eg bara til, at tey bæði feløgini, sum fyrr hava flogið her, hava gjørt av sínámillum, at soleiðis skuldi tað vera. Mín meting er, at tað hevur ikki verið nakar serligur vilji til at bjóða slík tilboð. Feløgini hava samst um at býta ferðafólkini millum sín, og so hava tey bara hildið ein fastan prís, sum tey kunnu hava verið samd um, sigur hann.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, ásannar, at hasar prísirnar, sum Jesper Rungholm nevnir og bjóðar út, hava tey hjá Atlantic ongantíð hugað um.
?Tað er eitt sindur øðrvísið, tá tú situr við eini rutu, sum tú skalt røkja hvønn dag, enn tá tú kemur inn á ein marknað og bara ætlar tær at vera har í eina viku í fyrsta umfari, sigur hann. Tí ber hatta til hjá teimum. Men tað hevur einki við forrætning at gera, tí hatta ber ongan kostnað av flúgvingini, sigur Magni Arge.
Og tað váttar Jesper Rungholm eisini. Tí tað hevur ongantíð verið ætlanin, at hetta skuldi geva nakað yvirskot soleiðis.
?Hasar fáu, bíligu ferðaseðlarnar bjóða vit út fyri at fáa umtalu. So einfalt er tað. Nú skulu vit royna hetta og so gera okkara eftirmetingar, áðrenn vit fara at taka støðu til, um vit fara at byrja regluliga flúgving upp á Føroyar, sigur hann.
Magni Arge sigur, at hjá teimum er hasin tankin tó ikki heilt fremmandur. Okkurt, sum líkist hasum hevur verið roynt á Íslands-, Noregs- og Bretlandsrutunum, og møguleiki er fyri, at tað verður víðkað eftir nýggjár, sigur hann, og letur líkasum »hanga í luftini«, at tað kanska í famtíðini fer at bera til at fáa bíligar ferðaseðlar til Danmarkar við Atlantslogi eisini.