Føroyingar hava sett seg tungt á pengarnar

Føroyingar hava sett fótin á bremsuna og hava meldað seg úr brúkaraveitsluni. Sostatt eru inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og øðrum avgjøldum rapaðar niðureftir

Føroyingar liggja nú nógv fastari á pengunum, enn teir gjørdu fyri nøkrum fáum mánaðum síðani.

Sostatt er keypihugurin eisini munandi minkaður seinastu tíðina og fólk eru fyri ein stóran part blivin nógv varnari at keypa til vanligt forbrúk.

Av tí sama eru inntøkurnar hjá landskassanum av mvg og øðrum avgjøldum, eisini munandi minkaðar seinastu tíðina.


Minkað 27%

Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, staðfesti í Løgtinginum í gjár, at í januar í ár er inntøkan hjá landskassanum av mvg og øðrum avgjøldum næstan 27% minni enn hon var í januar í fjør.

Í Januar í 2008 var inntøka landskassans av mvg og øðrum avgjøldum 150 milliónir krónur, men nýggjasta uppgerðin í fíggjarmálaráðnum vísir, at í januar í ár var inntøkan fallin heilt niður á 110 milliónir.

Sostatt er talan um eina minking upp á 40 milliónir, ella sløk 27%.

Jóannes Eidesgaard sigur, at av hesi minkingini upp á 40 milliónir, stavar nógv tann størsti parturin frá vanligum forbrúki.

Mvg inntøkan hjá landskassanum av vanligum nýtsluvørum eru 30 milliónir lægri í januar í ár enn tær vóru í sama mánaði í fjør.

- Tað er tekin um, at forbrúkið onkusvegna er steðgað og at fólk ikki keypa so nógv longur, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Annars er inntøkan av skrásetingargjøldum av bilum eisini munandi minkað í januar í ár aftur ímóti í januar í fjør.


Skattainntøkan minkar ikki

Annars staðfesti Jóannes Eidesgaard, at inntøkurnar hjá landskassanum av skatti vóru hægri í januar í ár, enn tær vóru í fjør.

Inntøkan av vanligum skatti er bara minkað fýra milliónir januar í ár aftur ímóti í januar í fjør.

Men inntøkan av partafelagsskatti er vaksin enn meiri, so tilsamans er inntøkan hjá landskassanum av skatti hægri í januar í ár enn í januar í fjør.

- Veruleikin er, at hugsa vit um inntøkur landskassans av skatti, er januar í ár tann besti januar mánaði síðani 2006, staðfestir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.

Tilsamans er inntøkan hjá landskassanum av skatti tilsamans góðar 105 milliónir í januar 2009 og tað er altso eitt vet hægri enn í januar í fjør.

Men her skal havast í huga, at tann ætlaði skattalættin, sum skuldi koma í gildi á nýggjárinum, er strikaður. Hevði hann ikki verðið tað, var inntøkan munandi lægri.

Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, staðfestir, at hevði undanfarna ABC samgonga ikki latið illa umstríddu skattalættarnar, hevði inntøkan hjá landskassanum nú verið 400 milliónir meiri um árið, enn tær eru.

Men Jóannes Eidesgaard mátti so eisini ásanna, at páhaldið um, at tað er bara at lækka skattin, so hækka inntøkurnar hjá landskassanum, heldur ikki altíð.









.