Føroyingar hava valt síni undurverk

Talan var fyrst og fremst um bygningar, tá ið føroyingar tóku av avbjóðingini hjá sjónvarpinum at gera av, hvørji tey sjey føroysku undurverkini eru Í kvøld varð kunngjørt í Sjónvarpi Føroya, hvørji sjey undurverk føroyingar halda vera tey mest serligu í Føroyum. Hesar seinastu dagarnar hevur verið møguleiki fyri á heimasíðuni hjá Sjónvarpinum at greiða atkvøðu um hetta.

Úrslitið vísti, at talan fyrst og fremst var um bygningar, og fleiri teirra eru frá farnari tíð.

Einki var sagt um, hvat ?undurverk? hevði fingið flestar avkvøður. Seks tey fyrstu vóru: Múrurin í Kirkjubø ella Magnusar katedralurin, Christianskirkjan, Norðurlandahúsið, Kirkjubøstólarnir, Tinganes og Noðoyatunnilin.

Tað stóð á jøvnum millum tvey tey síðstu, og Sjónvarpið vildi ikki draga lut millum tey bæði. Annað teirra var fyrsta føroyska flaggið, sum Jens Oliver Lisberg gjørdi, og sum hongur í kirkjuni í Famjin, og hitt var amtmansborgin ella húsini hjá Ríkisumboðsmanninum.