Frem er í tungum sjógvi. Í morgin skal felagið hava eina millión um hendi, um arbeiðarafelagið ikki skal fara av knóranum. Fólk hava higartil stuðla við góðum 250.000 krónum, og hjálp er eisini komin úr Føroyum. - Eg vóni, at mítt íkast er við til at tryggja, at vit eisini komandi árini fáa møguleika at síggja evnaríkar føroyskar leikarar í Frem-troyggjuni – eg vóni, at tað eydnast felagnum at bjarga sær, sigur Steffen Stumman Hansen, sum er búsitandi í Leirvík og hevur stuðlað, við heimasíðuna hjá Frem.
Formaðurin Hans Hermansen er framvegis bjartskygdur. - Tað eru fjepparar hjá Frem í øllum kongaríkinum. Ja, vit hava eisini fingið íkast úr Føroyum og málingameistaranum í Gormfelt, sigur Hans Hermansen, formaður í Frem.