»Hjálpi okkum at hjálpa«.
Samvitskan fær eitt prik, tá vit keypa inn í stórum. Við kassarnar í handlum og á stovnum kring alt landið eru reyðar bússur settar upp, har heitt verður á okkum um at lata eitt hjálpandi oyra.
Innkomni peningurin fer til at veita neyðstøddum hjálp. Tað er Reyði krossur í Føroyum, sum hevur tikið stig til innsavningina, og gjørt er av, at allur peningurin fer til at hjálpa teimum, ið koma illa fyri av krígnum í Irak.
Eina krónu hvør
Í næstu viku fer Reyði krossur rættiliga í hernað. Tá verða brøv send øllum føroyingum við eini áheitan um at hjálpa ofrunum frá krígnum í Irak. Hetta er eitt hugskot, sum er roynt í Danmark við góðum úrsliti.
? Brævið er ein áheitan til allar føroyingar um at hjálpa. Vit senda eitt bræv til hvørt húskið, og vit rokna við, at føroyingar stuðla, tí tað plaga teir at gera. Tað er ein gomul viðtøka í Reyða krossi, at vit skulu royna at hjálpa við einari krónu fyri hvønn íbúgva, so okkara mál er fáa umleið 50.000 krónur, men skuldi meira komið inn, so fer tað eisini til fólkið í Irak, sigur Suni Vinther, formaður í Reyða krossi í Føroyum.
Tá sama tiltakið varð fráboðað í Danmark, kom nógvur peningur inn, longu áðrenn brævið varð sent. Og tað fekk BGBank at veita eina millión krónur til neyðhjálp í Irak.
Krossur í serstøðu
Reyði krossur hevur ein einastandandi møguleika at hjálpa. Aðrir hjálparfelagsskapir eru blakaðir úr Irak, men Reyði krossur hevur fingið at vita, at hann er vælkomin.
? Vit halda tað vera neyðugt at hjálpa, har vit kunnu, og vit hava eisini møguleikan at hjálpa. Vit sleppa at hjálpa bæði innan- og uttanfyri Irak, og vit fáa loyvi frá báðum pørtum at fara tvørtur um linjurnar. Okkara merkið gevur atgongd, so vit hava góðan møguleika at bera skjótt at, sigur Suni Vinther.
Hjálp úr løgtingi
Eisini okkara fólkavaldu sleppa at viðgera, um Føroyar eiga at taka lut í hjálpararbeiðnum. Hendrik Old, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur sett løgmanni fyrispurning, sum skal svarast í løgtinginum.
Henrik Old spyr, um løgmaður kann taka stig til at kanna á hvønn hátt, føroyingar best kunnu hjálpa irakska fólkinum, nú kríggið leikar á.
? Vit vita øll, at í einum kríggi verða tað mong ósek menniskju, ið koma at líða, og mangan tykist tað sum, at long tíð gongur, til tann lovaða hjálpin kemur vegin fram. Tað síggja vit best eftir kríggið í Afghanistan, har mong menniskju mangla so at siga alt, ið hugsast kann, sigur Henrik Old.
Hann heldur, at Løgmansskrivsstovan við sínum samskifti bæði innan- og uttanlands hevur møguleika at finna og vísa á tann besta og skjótasta háttin, vit kunnu hjálpa irakska fólkinum.
MYNDATXT
Eina krónu fyri hvønn íbúgva er málið hjá Reyða krossi, men fólk eru eisini vælkomin at hjálpa eitt sindur meira, tá tey keypa inn
Mynd: Jens K. Vang