Føroyskir dagar eru á Fjørðukrónni og Vestmenn hava leikt og nú um vikuskiftið leikar bólkurin Strange Fruit, ið er nýggjur føroyskur bólkur. Bólkurin er settur saman av dugnaligum tónleikarum ymsastaðni úr Føroyum. Tróndur Enni leikar bass, Hjalmar Magnussen syngur og leikar guitar, Mikkjal Hvannastein leikar guitar, Dánjal Jákup W. Holm trummur og Magni Husgaard ljómborð, men á íslenadsferðini er tað Magnus Johannesen, ið leikar ljómborð.
Birgir Enni og Havgrímur Johannesen gera føroyskan mat og tað ljóðar, at tað higartil hevur gingið sera væl við føroysku døgunum og nógv fólk vitjar. Á Viking gistingarhúsinum nærhendis er listaframsýning við føroyskari list.
Í bygdini Eyrarbakki, einar 50 kilometrar eystanfyri Reykjavík, verður skipað fyri føroyskum hugnakvøldi í kvøld. Morentza Poulsen ger mat og Gurli Hansen syngur.
Føroyar í miðlunum
Íslendingar eru enn hugtiknir av tí, ið føroyskt er, so føroyska bylgjan hevur ikki lagt seg enn. Í miðlunum fær ein ikki vent sær, so er okkurt um Føroyar at síggja ella hoyra. Nú er amerikanska pizzafyritøkan Domino farin á lýsingarferð og her verða Føroyar nýttar og sagt verður, at íslendingum dámar væl at hoyra føroyskt! And they are right!, verður staðfest.
Enski gentubólkurin Sugarbabes kemur til Íslands í apríl og DV spurdi fimm fólk um bólkin. Ein teirra var Eivør Pálsdóttir, men hon spurdi hinvegin, hvør hesin bólkur var. Hetta svar er høgt í metum hjá teimum, ið ikki halda so nógv um enska popbólkin, ið sigst vera ein sonevnd ?døgnfluga?.
Spurnarkapping millum skúlar er í íslendskum sjóinvarpi og ein spurningur har var, hvaðani Eivør er í Føroyum. Ein bólkur svaraði Tórshavn, men annar svaraði úr Gøtu, sum rætt er. - Tað ger ikki mun, hvørt ein hyggar at sjónvarpi, hoyrir útvarp ella lesur bløð; Føroyar eru allastaðni, sigur íslendski føroyavinurin og heimildarmaður okkara, Jens Guð.