Annað jólakvøld fara føroyingar í Keypmannahavn at hittast í veitslulag. Tiltakið er ætlað bæði teimum, sum búgva á keypmannahavnarleiðini og føroyingum, sum eru í danska høvuðstaðnum og ferðast á jólum, sigur Edmund S. Jacobsen, sum er ein av fyrireikarunum.
Men í løtuni er Føroyahúsið stongt, tí tað er fyri umfatandi ábótum, so í ár verður tiltakið ístaðin í Pejsegaarden í Brønshøj. Á skránni er ræst kjøt og føroyskt drekka afturvið, umframt røður, undirhald av ymsum slagi, umframt tónleikur við tveimum harmonikum og trimum gittarspælarum.
Tað er pláss fyri 250 fólkum á veitsluni og enn eru nøkur pláss eftir, sigur Edmund S. Jacobsen. Tað er føroyska róðrarfelagið, Tvørabáturin, sum skipar fyri. Felagið eigur felagshøli og neyst, umframt tríggjar føroyskar kappróðrarbátar, tíggju kajakkir, Tusk og egnan drátt í Norđhavnini.
Á myndini er ein av høvdingunum í felagnum, Kristin Højgaard. Hann hevur ført grønlendskum rækjutrolara í mong ár. Kristin er úr Rituvík og er eisini fólkaskúlalærari og undirheldur viđ gittara 2. jólakvøld í ár.