Leygarkvøldið 9. august klokkan 20.00 verður høvi at uppliva eina heilt serstaka konsert í Listastovuni í Miðvági, tá nýstovnaði bólkurin URÐ fer á pall.
URÐ, sum merkir “tað, sum er hent”, er ein nýskapandi tónleikabólkur við Jógvani Joensen, Trónda Bogasyni og Andrasi Tykjær Restorff.
Bólkurin tekur urðgamlar traditiónir, siðir og ritualir og leggur tað inn í ein nútíðarligan og nýskapandi ljóðheim. Tónleikurin hevur ein minimalistiskan dám, har endurtøkur og dronur mynda ein serstakan samleika – ein ljóðlig ferð millum mentanir og landsløg.
Myndin er gjørd av listamanninum Bruno Mikael Eysturstein.
Konsertin er stuðlað av Økistónum, skrivar Listastovan í tíðindaskrivi.