Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri segði, tá hann kom í Vágar í gjár, at hann fer ikki at seta seg í móti einum føroyskum ynski um fullveldi.
Men hann gjørdi púra greitt, at danir fara ikki at gjalda nakað fullveldi fyri føroyingar.
Tað merkir, sigur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, at so verður blokkurin í eini aðrari støðu enn nú.
»Tá fara vit at arbeiða saman undir somu fortreytum sum aðrir suverenir statir. Undir heilt øðrum viðurskiftum enn nú.«
Men avgerðin er eina og aleina føroyinga. Tað verða føroyska fólkið, Løgtingið og Landsstýrið, sum avgera tað sigur Nyrup.
Við allari virðing fyri føroyingum, sigur forsætisráðharrin, er tað her í Føroyum, at avgerðin skal takast. Vónandi í forstáilsi og virðing fyri hvørjum øðrum, sigur hann.
Forsætisráðharrin sigur, at einasta heilt greiða ynski hansara er, at tað verður so breið undirtøka fyri teirri avgerð, føroyingar fara at taka, sum gjørligt. Líka mikið, hvør avgerðin verður, sigur forsætisráðharrin.
Danmark er altíð hugað fyri konstruktivum samrá-ingum, men búskaparligu avleiðingarnar eiga føroyingar einsamallir, ger forsætisráðharri púra greitt.
Men tað er sera umráðandi, at ikki split kemur í, vísir Poul Nyryp Rasmussen, forsætisráðharrri, á.
Tí søgan hevur víst, at tað kann fáa sera óhepnar fylgjur, tá ein tjóð kemur í stríð við seg sjálva.
Strævin tíð
Forsætisráðharrin fer millum annað at viðgera altjóða politikk við løgmann, nú hann vitjar í Føroyum.
Forsætisráðharrin segði, tá hann lendi í Vágum, at hann væntaði, at komandi árini fara at verða strævin altjóða politiskt, og at hann og løgmaður fara at viðgera hesi tingini undir vitjanini.
Poul Nyrup Rasmussen segði, at komandi árini verður altjóða kappingin á øllum økjum haðari.
Og stríðið, eisini í Europa, millum stór og smá lond, verður eisini at harðna, segði forsætisráðharrin.
Hann segði, at hann vil hjálpa føroyingum, har tað ber til.
»Tað hevði glett meg, um vit hildu saman. Og tí verður brúk fyri í tí harða heiminum, vit liva í í dag,« segði forsætisráðharrin.
Búskapurin
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri vildi ikki siga, um hann fer at lyfta peikifingrinum, nú hann er á vitjan í Føroyum.
Í Danmark er nakað væl gjørt burturúr, at føroyingar aftur eru farnir at brúka pengar.
Tað verður ymsastaðni lagt út sum, at nú eru vit við fullari fer á veg aftur í áttatíaárini.
Men forsætisráðharrin er varin í sínum orðingum.
Poul Nyrup Rasmussen sigur, at hann fer allarfyrst at tosa við løgmann og restina av landsins stýri, áðrenn hann fer at siga nakað alment um málið.
Um hann yvirhøvur fer at siga nakað.
Forsætisráðharrin sigur, at sambært avtaluni, gjørd er Danmarkar og Føroya millum, eru tað føroyingar, sum hava ábyrgdina. Og tað fer hann at virða, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
»Men skuldu føroyingar havt brúk fyri ráðum, kennur tú meg nóg væl til at vita, at tað fari eg at geva teimum,« sigur forsætisráðharrin.
Holið í framtíðini
Niðurlagið hjá Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, seinast, hann var her, var, at nú skulu vit seta hol á framtíðina.
Við ávísing til hetta kenda holið, sigur Poul Nyrup Rasmussen, at tað hevur gingið bara heilt væl síðan seinast.
Avtalur eru komnar upp á pláss, og vit er ávegis móti nýggjum avtalum.
Og hann vónar, sigur forsætisráðharrin, at føroyingar og danir eisini kunnu standa saman ávegis móti góðum føroyskum avtalum í Europa, har fleiri sera týðandi handilsavtalur standa fyri framman.
Eisini hugsar hann um EU politikkin, sum føroyingar heldur ikki sleppa undan at hava eina støðu til.
Kennir ikki málið
Um málið við amerikansku hernaðarskjølunum, sum sigast avdúka, at danir avreiddu føroyingar undir kalda krígnum, sigur forsætisráðharrin stutt, at hann hevur onga hóming av, hvat tosað verður um.
Hann kennir einki til nevndu kanning, og vil tí ikki siga nakað sum helst um hana.
Men hann hevur gjøgnum pressuna frætt eitthvørt um, at onkur hevur kannað nøkur skjøl, sigur hann.
Og tað kann vera, at tað er onkur, sum brúkar hetta høvið at loypa split í viðurskiftini landanna millum.
Forsætisráðharrin vil yvirhøvur ikki gera viðmerkingar til eina kanning, hann ikki kennir.
»Men tað er heilt greitt, at tey, sum vilja brúka hesa kanningina til at loypa split í viðurskiftini millum Danmark og Føroyar, arbeiðia til fánýtis. Tað fer ongantíð at eydnast teimum,« sigur ein avgjørdur forsætisráðharri.