Føroyingar skulu brynja seg við toli

Spurningurin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum tekur tíð at loysa, tí tað er ikki nakað, sum Norðurlandaráðið einsamalt kann taka avgerð, sigur forsetin í ráðnum, Rannveig Gudmundsdóttir.

Málið hevur verið til viðgerðar undir fundinum í Norðurlandaráðnum, sum er í Reykjavík í hesum døgum. Í hesum sambandi hevur ein fundur verið á skránni millum formansskapirnar í Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum.

Eisini ein spurningur fyri ríkisfelagsskapin
Á fundinum millum teir báðar formansskapirnar greiddi Rannveig Gudmundsdóttir frá, at spurningurin um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í Norðurlandaráðnum hevur verið umrøddur á einum fundi millum formansskapin í Norðurlandaráðnum og teir norðurlendsku forsætismálaráðharrarnar.
Rannveig Gudmundsdóttir greiddi Útnorðurráðnum frá, at talan er ikki um eitt mál, sum Norðurlandaráðið einsamalt kann taka støðu til. Talan er eisini um ein spurning fyri danska ríkisfelagsskapin, samstundis sum at talan er bundin av Helsinki-sáttmálanum, sum tað norðurlendska samstarvið byggir á. Tískil skulu teir norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir eisini takast upp á ráð.
Forsetin í Norðurlandaráðnum greiddi frá, at teir norðurlendsku forsætismálaráðharrarnir ynskja, at tey norðurlendsku sjálvstýrisøkini fáa best møguligu umboðanina í norðurlendskum samstarvi, og at tiltøk skulu setast í verk at tryggja hetta.

Evnisdag um veðurlagsbroytingar
Formaður í Útnorðurráðnum er løgtingslimurin Henrik Old úr Javnaðarflokkinum. Á fundinum við formansskapin í Norðurlandaráðnum legði Henrik Old dent á, at samferðsla, ferðavinna og umhvørvi eru millum tey týdningarmiklastu felags áhugamálini í Útnorðuri. Veðurlagsbroytingar kunnu hava stóra ávirkan á umhvørvi og tað livandi tilfeingi í Útnorðuri, og tað er vert at leggja sær í geyma, at búskapurin í londunum í útnorðuri í høvuðsheitinum byggir á fiskivinnu. Tí hevur Útnorðurráðið gjørt av at hava ein evnisdag um veðurlagsbroytingar og fylgirnar av hesum fyri londini í útnorðuri.
Eisini hevur Útnorðurráðið valt ferðavinnu sum evni fyri komandi ár, og hæddarpunktið í hesum sambandi verður ein stór ráðstevna, sum verður í Manitsoq í Grønlandi í juni mánað.
Eftir fundin millum formansskapirnar báðar segði Rannveig Gudmundsdóttir, at ráðini høvdu avgjørt at styrkja samstarvið partana millum fyri at tryggja sær, at fíggjarliga orkan varð gagnnýtt skilabetur, og at at talan ikki gjørdist um sonevnt "dupultarbeiði".