Fiskiskapur
? Føroyskir lemmatrolarar skulu í mest møguligan mun hava frið fyri russsisku svartkjaftatrolarunum undir Føroyum. Tí fara vit at gera nakað við málið.
Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, hevur tikið atfinningar frá lemmatrolarunum at sær.
? Tað slepst ongantíð heilt undan, at bátarnir, sum fiska undir Føroyum, órógva høvnn annan eitt sindur. Men tað er okkara uppgáva at bera so í bandi, at teir órógva hvønn annan minst møguligt.
Hann sigur, at meiningin við russiska svartkjaftafiskiskapinum undir Føroyum er als ikki, at teir skulu kongafisk, ella annan fisk.
Fiskimálaráðharrin sigur, at eftir hagtølunum, sum eru til taks, hava russararnir at kalla als ikki fiskað nakran kongafisk undir Føroyum.
? Men tað vísir seg, at hetta seinasta árið er ein stór broyting hend í russiska fiskskapinum eftir svartkjafti undir Føroyum, tí í 2000 hava russisku skipini givið upp, at tey eisini hava fiskað gott 2.500 tons av kongafiski undir Føroyum. Samstundis eru teir farnir longur vestur at fiska.
Samstundis hava føroysku lemmatrolararnir ikki fiskað meiri enn eini 5-6.000 tons av kongafiski undir Føroyum í 2000. Sostatt hava russararnir fiskað eina rættiliga stóra nøgd av kongafiski.
? Tí kann staðfestast, at fiskiskapurin hjá russarunum eftir svartkjafti undir Føroyum er nógv broyttur seinasta árið, tí kongafiskur skal ikki takast í sambandi við fiskiskap eftir svartkjafti.
Jørgen Niclasen sigur, at tað var fyri tveimum árum síðani, at lemmatrolararnir gjørdu vart við misnøgdina við russisku svartkjaftatrolarnar.Tá vórðu stakroyndir tiknar, men tær vístu ikki, at russararnir fiskaðu nevnivert av kongafiski.
? Síðani hava lemmatrolararnir ikki gjørt vart við seg, fyrrenn nú Bjarki Berg, skipari á Bresti, vísir á trupulleikan í samrøðu við Sosialin seinasta leygardag.
Loysa málið
Jørgen Niclasen sigur, at av tí, at teir hava staðfest ein trupulleika, eru teir sjálvsagt sinnaðir at loysa hann.
Hvussu hesin trupulleikin verður loystur, er ov tíðliga at siga nakað um enn.
? Vit kunnu t.d. friða leiðir fyri svartkjaftafiskiskap, men vit kunnu eisini seta strangari reglar fyri, hvussu nógva hjáveiði, teir kunnu hava.
? Men tað, sum ofta hendir, er, at tá ið ein trupulleiki verður loystur, verður ein nýggjur skaptur, Tí skulu viðurskiftini kannast gjølliga, áðrenn tiltøk verða sett í verk. Eitt nú má kannast, hvar russararnir fáa kongafiskin, um tað eru ávísar tíðir av árinum, teir fáa kongafiskin, um tað eru aðrir, sum eisini hava trupulleikar o.s.fr., og tí ber ikki enn til at siga, hvørji tiltøk verða sett í verk.
Teir, sum hava lemmatrolararnir, ivast eisini í, at tølini, sum russarnir geva upp, eru røtt, tí teir hava ferð eftir ferð sæð, at svartkjaftaposin hjá teimum er fullur av kongafiski. Teir siga eisini, at tað slepst ikki undan, at teir fáa nógvan kongafisk, tá ið teir fiska á kongafiskaleiðum, tí alt, sum fyri er, endar í posanum?
?Tað, fáið eg onki sagt um. Tað einasta, eg havi at halda meg til, eru tey veiðitøl, sum vit hava, og tey siga, at russisku skipini fiskaðu góð 2.500 tons av kongafiski í fjør. Men tað er eisini ein stór nøgd, tá ið føroysku skipini ikki fáa meiri enn góð 5.000 tons.
Nógv viðurskifti
Annars heldur Jørgen Niclasen, at tað eru nógv viðurskifti sum gera seg galdandi og sum føra til, at fiskiskapurin eftir kongafiski undir Føroyum er so nógv minkaður seinastu árini.
Tí heldur hann ikki, at tað ber til at geva russarum einsamøllum, alla skyldina fyri afturgongdina.
?Fyri nøkrum árum síðani, í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum, fiskaðu vit eini 15.000 tons av kongafiski undir Føroyum. Orsøkin til, at fiskiskapurin síðani er minkaður brádliga, kann vera, at lemmatrolararnir partvís hava lagt seg eftir øðrum fiskasløgum.
? Men tað er eisini ógvuliga sannlíkt, at fiskiskapurin eftir kongafiski í Irmingarhavinum, hevur ávirka fiskiskapin eftir kongafiski undir Føroyum rættiliga nógv tann skeiva vegin. Fiskiskapurin efttir kongafiski undir Føroyum minkaði í takt við at fiskiskapurin í Irmingarhavinum tók rættiligt dik á seg. Fiskifrøðingar kanna málið og hóast teir ikki enn hava fingið endaligt prógv, siga teir, at tað er heilt nógv sum bendir á, at kongafiskurin í Irmingarhavinum er tann sami, sum er undir Føroyum, sigur Jørgen Niclasen.
Føroyingar fá ikki frið fyri russarum
Málið, sum Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri, sigur í greinini omanfyri, at hann er farin at arbeiða við, varð reist í Sosialinum seinasta leygardag. Tá fanst Bjarki Berg, skipari á Bresti, á, at føroysku lemmatrolararnir fingu ikki fiska fyri russisku svartkjaftaskipunum.
Russarnir troka føroysku trolararnar burtur av øllum leiðum, teir hava roynt á. Fyri nøkrum árum síðani, var vanligt, at føroysku trolararnir fiskaðu kongafisk eystanfyri, men so løgdust russisku svartkjaftatrolarnir á tð øki og tá ið teir høvdu verið tvær ferðir ígjøgnum, var ikki livandi at fáa aftur hjá føroysku trolarunum- og tað er enn steindeytt fyri kongafisk eystanfyri.
Nú er einasta leið, føroysku lemmatrolararnir hava eftir, vestanfyri Mykines, men nú eru russisku svartkjaftatrolararnir eisini komnir hagar. Bjarki Berg segði, at føroysku trolararnir javnan bróta hál av, hóast tey bara eru komin í helvt, tí at russkiskir trolarar liggja í vegin.
Hann stúrir fyri, at kongafiskurin eisini fer at verða oyddur vestanfyri og tí sigur hann, at einasti útvegur er at friða kongafiskaleiðirnar grynri enn 340 favnar fyri svartkjaftaskipunum.