Orka umboðar Føroyar á Liet International - tónleikakapping fyri smámál - sum verður í Fraklandi í kvøld - og vit sleppa eisini at atkvøða.
Finalan, sum byrjar í kvøld klokkan 19:30 føroyska tíð, kann hoyrast á http://www.liet.nl/internationaal, og har kanst tú eisini verða við til at atkvøða fyri tí bólkinum, tær dámar best.
Eitt dómarapanel skal kjósa vinnaran, og ein lurtaraprísur verður eisini latin.
Orka luttekur við lagnum »Rúmdardrongurin«. Hetta er fyrstu ferð, at ein bólkum úr Føroyum luttekur í hesari altjóða tónlistakapping. Bólkar úr nógvum londum luttaka, eitt nú sámar, frísar, skotar, írar, russar
Raðfylgjan leygarkvøldið er handan:
ORKA
Mafia Galega
Stephane Casalta
Jousnen Jarved
Rachel Walker
Xera
Pia Maria Holmgren
Equal Souls
Dom Duff
R. Esistance in Dub
The Temporary
Meira fæst at vita um kappiningina við at fara inn á http://www.liet.nl/en/internationaal/liet-international-2010-op-tv-en-op-internet/
- Føroyar hava møguleika at gerast fastir limir í Liet International. Men tað veldst um, hvørt hetta er ein seriøs kapping, sum føroyingar eiga at satsa uppá, sigur Fróði Vestergaard úr Norðurlandahúsinum, sum hevur stuðlað Orka við ferðaútreiðslunum hesaferð.