Føroyingar stjala fyri millónir

Fólk stjala fyri milliónir í stóru matvøruhandlunum í Føroyum.

Tað skrivar Sosialurin.

Stjórin í SMS sigur við blaðið, at stuldurin í Miklagarði, Bónus handlunum og Brotinum er nakrar milliónir krónur um árið, og tað eru fólk í øllum aldri sum stjala.

- Tað eru fleiri sløg av tjóvum - múgvandi, minni múgvandi, ung og gomul, sigur Niels Mortensen.

Hann heldur, at nøkur stjala, tí tey mangla pengar, og hjá summum er tað ein sjúka at stjala.

- Vit tóku einaferð eina konu, sum stjól kettumat, sjálvt um hon onga kettu hevði, sigur Niels Mortensen við Sosialin.

Bert ein lítil partur av stuldrinum, sum verður avdúkaður, verður meldaður til løgregluna.