Føroyingar taptu finalu í Noregi

Føroysku flogbóltsspælararnir í Noregi taptu finaluna um norska meistaraheitið

Flogbóltur

Sunnudagin var seinna finalan í norsku landskappingini í flogbólti spæld í Kristiansund.
BK Tromsø, har bæði Bárður B. Mikkelsen og Rúni Weihe spæla, var annað liðið í finaluni, og teir lógu fram við eftir greipuni, tí teir vunnu steypakappingina fyrr í ár.
Men heilt so væl gekk ikki í landskappingini, tí BK Tromsø taptu fyrru finaluna, sum var á heimavølli, og á útivølli sunnudagin taptu teir aftur. Harvið máttu teir lata seg noyða við silvurmerkini í landskappingini.
Dysturin var javnur, men tað var liðið úr Kristiansund, sum hevði munin, tá ið avtornaði. Vertirnir vunnu tvey tey fyrstu settini, áðrenn teir úr Tromsø svaraðu aftur og vunnu triðja sett 26-24. Fjórða sett vann Kristiansund, og harvið høvdu teir vunnið dystin.

Rúni manglaði
Liðið úr Tromsø var nakað merkt av, at tveir av stuðulsspælarunum ikki vóru við. Annar teirra var føroyski landsliðsspælarin Rúni Weihe, sum meldaði avboð vegna barnadóp.
 Tað bleiv so til silvur í landskappingini, og sjálvsagt eru vit skuffaðir, tí tað er bert gullið sum telur. Vit fingu tó gull í steypakappingini, so heilt galið bleiv tað ikki í ár, sigur Bárður Bendix Mikkelsen.
Finalan var samstundis seinasti dystur hansara fyri BK Tromsø. Nú er Bárður í Danmark, og hann hevur ikki gjørt av, hvar hann fer at spæla flogbólt næsta kappingarár, men nógv bendir á, at tað verður í gamla felagnum í Odense, sum er kanska sterkasta liðið í Danmark
Rúni Wiehe verður helst at síggja á BK Tromsø liðnum aftur kommandi kappingarár  um ikki Bárður fær lokkað hann at koma til Odense at spæla.