Føroyingar vilja hoyra Medinu

– Rættiligur gravgangur hevur verið eftir atgongumerkjum til Voxbotn 2012, síðani tað í gjár gjørdist greitt, at Medina skal framføra fyri fyrstu ferð í Føroyum til hetta tiltakið.

 

Tað siga fyrireikararnir í kvøld. Upprunaliga høvdu teir sett 500 atgongumerki til sølu fyri 350 krónur, og hesi eru longu øll farin.

 

– Tað eru ikki meira enn gott eitt smdøgur síðani, at almannakunngjørt varð, at eitt nýtt tónleikatiltak verður í Vágsbotni í summar, og tí má sigast, at føroyingar hava tikið ógvuliga væl ímóti hesum forkunnuga tiltaki, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari.

 

– Eg eri ordiliga kløkkur av, at so nógv atgongumerki longu eru farin, sigur hann væl nøgdur.

 

Stóra undirtøkan hevur ført við sær, at 500 atgongumerki aftrat sett til sølu í Kunningarstovuni í Havn, í Vodafone í SMS og á ebillett.fo.

 

– Enn hava fólk ikki fingið løn, so tað eru nógv, sum eru hørm um, at tað ikki hevur eydnast teimum at fáa hendur á einum bíligum atgongumerki. Men hetta fáa tey so møguleika fyri nú, sigur Rúni Djurhuus.

 

Medina er poppdrotningin í Danmark, og hon er javnan at hoyra í føroysku loftmiðlunum.