Føroyingarnir stóran leiklut

Enn eru bæði Jón Rói Jacobsen og Súni Olsen á næstbesta liðnum hjá AaB, og har er týdningarmikið hjá teimum at vísa venjaranum, at hann eigur at umhugsa at hava teir á besta liðnum.

Leygardagin hevði liðið hjá AaB í 2. deild vestur vitjan av Esbjerg. AaB vann 1-0. Málið fingu teir stutt eftir steðgin. Skotroynd hjá Súna Olsen varð rættað av, bólturin støkk til ein av liðfeløgunum, og so var mál. Lítla løtu seinni smekkaði Súni Olsen til, men bólturin brast í tvørtræið og aftur í spæl. Sum 2. hálvleikur leið, øktist Esbjerg trýstið á AaB verjuna, men Jón Rói Jacobsen var fínur stýrimaður, og tað eydnaðist at halda tætt.