Flogbóltur ? kvinnur í Danmark
Tær tríggjar Alvilda Ólavsdóttir, Hjørdis Mortensen og
Annika Joensen, sum leika í donsku elitudeildini við Frederiksberg Volley, tapt sunnudagin 3-1 ímoti HIK Aalborg.
Fredriksberf Volley kom annars best frá byrjan, og vunnu tær fyrsta settið 25-19. Síðani mistu tær takið á dystinum, og leikti ongantíð aftur, upp til tað sum liðið megnar.
Tær trýggjar siga, at hetta var eitt afturstig í atlanini at koma í semifinaluna um dansk meistaraheitið, men málið kann tó røkkast enn.
Vinna næsta dyst
Men um málið skal røkkast, so krevst at tær finna tað gamla spælið fram aftur, sum tær hava víst í teimum undanfarnu dystunum, og at tær vinna tann næsta dystin, sum verður á útivølli móti Gentofte leygardagin3.februar.