Hans Otta Bisgaard er veteranur á Danmarks Radio, men hann starvast nú hjá privatfyritøkuni Metronome. Tó ger hann enn ymiskt fyri DR, og sum innboðin gestur til Prix Føroyar heaferð, var hann eisini í ørindum fyri DR, ið hann skuldi gera okkurt innslag fyri.
Hans Otto Bisgaard og konan vitjaðu í samband við Prix Føroyar 2001 Føroyar fyri fyrstu ferð. Og bergtikin eru tey av føroysku náttúruni og tey hava havt spennandi ferð, hóast stuttan støðg.
- Vit søgdu sjálvsagt ja til innbjóðingina. Og tað hevur verið eitt upplivilsi, hóast vit bert hava sæð ein lítlan part av Føroyum, sigur Hans Otto, ið m.a. hevur vitjað í Kirkjubø á ferðini.
- Vit hava fingið okkara fyrsta tíma í ?færøundervisning? , skemtar Hans Otto væl nøgdur, eftir prix finaluna og eftir at hava fingið eina samrøðu við Clickhaze.
Kennir ikki føroyskan tónleik
Hans Otto, ið jú ikki hevur vitjað Føroyar áður, kennir lítið til viðurskiftini og hevur ikki frammanundan ferðini innlit í føroyskt tónleikalív.
- Neyðugt er avgjørt við føroyskari tónleikaumboðan í Danmark og aðrastaðir. Danir kenna t.d. væl grønlendskan tónleik og øll kenna Rasnus Lyberth, um teimum so dámar hansara tónleik, ella ikki. Tey skilja ikki eitt orð, men tey kenna hann, og tað hevur týdning, staðfestir Hans Otto Bisgaard.
Hans Otto fegnast um vinnandi bólkin, Clickhaze, og at júst hesin vann. Aftur nevnir hann Lyberth úr Grønlandi og samanber.
- Clickhaze hevði okkurt serstakt, originalt. Tey tora at vera tað tey nú einaferð eru, sigur Hans Otto Bisgaard.
Hans Otto hevur sagt á Føroyaferðini, at hann vónaði at hoyra hav og hval og annað serføroyskt í tónleikinum. Gekk ynskið út, fann hann nakað av hesum í tónleikinum?
- Ja, sigur Hans Otto, og drálar, okkurt var, men hevði tað ikki verið fantastiskt, um ein kundi lagt alt hetta í ein tekst, ein sang, tá hevði veruliga nakað serstakt verið.
- Danmark er eisini eitt lítið land, vit kenna eisini til minnilutakenslu, hetta, at vit duga og nytta einki. Men møguleikin fyri at gerast stjørna er hin sami, hvørt ein verður aldur upp í Danmark, Grønlandi, Svøríki ella í Føroyum. Kanka er hann bara betri, um ein býr í Føroyum, sigur Hans Otto, og hevur hugsað meira um upprunaliga spurningin, tí brádliga sigur hann.
- Jú eg fann nokk nakað av tí, eg leitaði eftir, í tónleikinum hjá Clickhaze, staðfestir Hans Otto hugunnarsamur.
- Men áskoðarafjøldin var eisini fantastisk, tey bakkaðu allar bólkarnar upp. Tey vóru góður stuðul, metir Hans Otto Bisgaard, ið veruliga er hugtikin av framúr flotta tiltakinum og produktiónini.
- Eisini sjónvarpsframleiðslan var væl framleidd, sigur ein væl nøgdur Hans Otto Bisgaard.
Ùtsendi tíðindamaðurin hevur frá øðrum útlendskum gesti fingið orðini, at kanska var nakað av Bjørk í Eivør, frontkvinnuni í Clickhaze, og má tí koma við einum síðsta spurningi til skundmikla Bisgaard. Er nakað í hesum?
- Eivør er ung enn og finnur óivað seg sjálva. Kanska er nakað av Bjørk í Eivør, men har er sanniliga eisini nakað av Eivør í Eivør! Kanska hon hevur íblástur frá Bjørk. Men Bjørk hevði jú eisini sínar fyrimyndir, sigur Hans Otto og reksar upp nakrar av heimsins fremstu songkvinnum.
- Og skal ein hava eina fyrimynd, so er Bjørk ikki tann vánaligasta, staðfestir Hans Otto Bisgaard.