Seinastu dagarnar er ein stórur riðil av fjølmiðlafólki komin til Føroya í samband við landsdystin mikukvøldið. Samlaða talið liggur á góð 200 fjølmiðlafólk. Ì hesum talinum er íroknað skrivandi miðlar, luft miðlar og tøkningar. Tey seinastu 50 miðlafólkini lendu í Føroyum í morgun(mikumorgun, blðm.).
Tey komu úr Edinburgh, og við róðrið á flogfarðinum sat føroyingurin, Sámal Danielsen. Hann arbeiðir í løtuni fyri New Air, sum er felagið, týska pressan hevur leigað flogfarð frá. Flogfarið hjá New Air og Sámal Danielsen steðgar stutt í Føroyum, tí longu á miðnátt fara fjølmiðlafólkini av landinum, har leiðin gongur til Týsklands aftur.
Umframt New Air, so hava flogførðini hjá Mærsk og Atlantsflog flogið týskarar til Føroya seinastu dagarnar.