NM í ríðing er í Noregi í hesum døgum. Føroyingar taka eisini lut í kappingini, og Jóanis í Hoygarðinum hevur seinasta døgnið tryggjað sær sætið í tveimum B-finalum. Hetta er í tølt 12 og 5 gongd.
Fimm teir fremstu í innleiðandi umfarinum vinna sær pláss í A-finaluni, meðan hesir fimm næstu sleppa í B-finaluna. Tann fremsti í hesum bólkinum sleppur eisini at luttaka í A-finaluni. Bragdið hjá Jóanis í Hoygarðinum er størsta føroyska úrslitið til NM higartil.
B-finalurnar verða avgreiddar í morgin, og tá verður staðfest, um føroyingar fara at eiga lut í A-finaluni.