Føroyingur í Japan: Ódnin misti styrkina

Hallur Mortensen og familjan hava tað gott eftir at tropiska ódnin Lan rakti býin har tey búgva

Japanar hava í fleiri dagar stúrt fyri løtuni, tá tropiska ódnin Lan fór at raka oynna Honshu, ið er størsta oyggin i landinum, og har sum høvuðsstaðurin Tokyo eisini liggur.


Í býnum Atsugi, ið liggur beint sunnanfyri høvuðsstaðin Tokyo, búleikast hjúnið Hallur og Shino Mortensen, og teirra trý børn. Atsugi lá mítt í leiðini hjá Lan, og greiðir Hallur Mortensen frá, at fólk fyrireikaðu seg upp á tað ringasta.


- Hesar tropisku ódnirnar eru vanliga rættiliga ógvusligar, so vit tóku alt tað leysa inn, og longu fríggjadagin boðaði skúlin hjá børnunum frá, at øll skúlagongd var avlýst mánadagin, greiðir Hallur Mortensen frá, men leggur aftrat, at tá ið avtornaði, so var ódnin ikki so ógvuslig sum væntað.


- Eg hevði væntað meira, tí ódnin hevur verið á veg í fleiri dagar. Men beint áðrenn hon rakti oynna, so minkaði hon nógv í styrki. So tá tað kom til stykkis, so var tað sum ein vanligur stormur í Føroyum. Og tá ið vit vaknaðu mánamorgun var dýrdarveður, sigur Hallur Mortensen.


Gjøgnum náttina hevði tað tó regnað sera illa, og hevur tað eisini kravt nøkur mannalív, greiðir Hallur Mortensen frá.


- Tað hevur regnað tvífalt so nógv upp á ein dag, ið tað annars plagar at regna allan oktober. Áirnar eru fullar og tað hevur elvt til skriðulop og vatnflóð. Mett verður, at fýra fólk eru deyð av ódnini, og tá er tað serliga skriðulopini, ið hava verið vandamikil, sigur Hallur Mortensen, ið harumframt greiðir frá, at tokferðslan í Tokyo er nógv seinkað, tí trø og annað er dottið á breytirnar.