Føroyingur í lívsvanda eftir kníválop í Keypmannahavn

Ein føroyingur var leygarkvøldið í lívsvanda, eftir at ein dani hevði stungið hann ógvusliga í búkin uttan fyri vertshúsið "Nuuk" á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Bróður hansara fekk eisini løstir.

Tveir føroyskir brøður, annar mitt í fjørutinum hin mitt í tredivunum, vórðu leygarkvøldið álopnir av einum manni við knívi uttanfyri vertshúsið Nuuk á Gasværksvej í Keypmannahavn. Annar føroyingurin varð stungin so ógvusliga í búkin at hann var í lívsvanda. Bróður hansara fekk løstir í hendur, bein og akslar í royndunum at basa álopsmanninum, upplýsir varaovastin á kriminalløgregludeildini í Keypmannahavn, Jonny Lundberg fyri Sosialinum.
Sum skilst eru umstøðurnar um tilburðin enn eitt sindur ógreiðar. Hvørgin av teimum álopnu veit við vissu, hvør tað var, sum dróg knív ímóti teimum. Men tað tykist greitt, at tað vóru føroyingarnir, sum vórðu álopnir.
- Tað, sum hendi var eftir øllum at døma, at teir báðir føroyingarnir, eftir at teir høvdu fingið eitt sindur at drekka fyrr um kvøldið, fóru inn á vertshúsið "Nuuk". Har komu teir í tos við ein norðmann og ein dana, greiðir Jonny Lundberg frá.
Tosið millum føroyingarnar og hinar báðar gjørdist til keglan, sum eftir øllum at døma snúi seg um grønlendsku unnustuna hjá dananum. Men ongin harðskapur stóðst av hesum inni á "Nuuk".
- Men tá føroyingarnir báðir valdu at fara úr vertshúsinum umleið kl. 21.00 hetta leygarkvøldið verða teir álopnir av einum manni við knívi. Akkurát hvat hendi er enn ógreitt, tí tað tykist sum at støðan var rættiliga kaotiskt. Men vit eru rættiliga vís í at álopið hevði beinleiðis samband við keglið fyrr um kvøldið, sigur Jonny Lundberg.

Eftir tilburðin royndu teir báðir føroysku brøðurnir at koma sær yvir á politistøðina á Halmtorvet einar 200 metrar frá gerningsstaðnum. Tað eydnaðist tí minni løstaða at koma á støðina og boða frá tilburðinum, men tann verri løstaði fall saman mittt á gøtuni,
Læknar komu beinanvegin á staðið, har tann illa løstaði føroyingurin lá, og teir kundu staðfesta at hann var í lívsvanda. Hann varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið kom seinni betur fyri seg og verður nú mettur at vera uttan fyri lívsvanda. Hin bróðurin bleiv kannaður á útskrivaður aftur beinanvegin.
Løgreglan fór beinanvegin á gerningsstaðið og handtók seinni ein 47 ára gamlan dana, sum var undir illgruna fyri at hava framt álopið á føroysku menninar, men til grundlógarhoyr metti dómarin ikki at haldgóð prógv vóru ímóti mannninum og hann valdi tí ikki at varðhaldsfongsla tann 47 ára gamla, sum tískil varð latin leysur aftur næsta morgun. Hetta var ikki sami maður sum føroyingarnir fyrr um kvøldið høvdu keglast við.
Varaovastin á kriminaldeildini sigur fyri Sosialinum, at leyslætni maðurin framvegis er undir illgruna fyri at hava framt álopið. Løgreglan kannar nú umstøðurnar kring tilburðin til botns.
Maðurin, sum var í lívsvanda eftir tilburðin, er búsitandi í Føroyum. Hann var í Keypmannahvn og vitjaði bróðurin, ið er búsitandi í Danmark.