Føroyingur nýggjur fíggjarstjóri hjá A/S Dansk Shell

Tummas Hansen, sum er ættaður av Toftum, varð tann 1. juni settur sum fíggjarstjóri hjá A/S Dansk Shell. Við hesum er ein føroyingur sostatt komin inn í leiðsluna hjá stóra felagnum

Starv
Ragnhild Ellingsgaard

Tummas Hansen byrjaði yrki sítt hjá stóra felagnum í 1982, tá hann fekk arbeiði hjá Shell íFøroyum. Her starvaðist hann tey næstu fimm árini, harav hann tvey tey seinastu árini starvaðist sum búskaparstjóri.
Í 1987 fór hann til Danmarkar, har hann fekk arbeiði sum innanhýsis grannskoðari hjá A/S Dansk Shell. Tummas hevur eisini búleikast tvey ár í London, meðan hann hevði starv sum Project Manager á høvuðsskrivstovuni hjá Shell í London.
Inntil nú hevur hann starvast sum Corporate Controller hjá Dansk Shell, men hetta verður nú býtt um við starvið sum fíggjarstjóri.
Tummas skal avloysa Jakob Stausholm, sum fer undir nýggjar avbjóðingar sum Group Chief Internal Auditor hjá Shell í London.
Sum fíggjarstjóri verður Tummas Hansen ein partur av leiðsluni hjá danska felagnum, og er hetta starv eitt tað hægsta, ið ein kann fáa innan Shell í Danmark.