Føroyingur í Stockholm: Her er totalt kaos

- Her er totalt kaos í býnum beint nú, sigur Inna Törnroos, føroyingur í Stockholm.

- Her er totalt kaos í býnum beint nú, sigur Inna Törnroos, føroyingur í Stockholm.

 

 

 

Støðan í Stockholm er merkt av ruðuleika í skrivandi stund, tí fyri løtu síðani koyrdi ein lastbilur inn í eina mannamongd í miðbýnum í Stockholm og fyribils eru trý fólk fráboðað at hava latið lív og mong eru særd.

 

Tíðindini ljóða, at ein maður hevur stolið ein lastbil og framt hesa atsóknina, sum svenskir poltikarar rópa fyri terror.

 

Inna Törnroos er føroyingur búsitandi í Stockholm og hon sigur, at júst nú er fullkomiliga kaos í svenska høvuðsstaðum, og slaturin gongur øgiligt um, hvat tað er, sum hendir har nú.

 

- Eg havi júst frætt, at skot eru latin nakað frá staðnum, har lastbilurin koyrdi í mannamúgvuna. Í heila tikið veit eingin reiðiliga, hvussu umfatandi hetta er enn, sigur Inna Törnroos.

 

 

In.fo fylgir gongdini.