Í hesum døgum er støddfrøðiligt OL, IMO, í Rio de Janeiro í Brasil, har føroyskt ættaði Elvar Wang Atlason tekur lut fyri íslendska landsliðið saman við fimm liðfeløgum.
- Hetta er triðju ferð hann luttekur til OL fyri Ísland, og nú bíða teir eftir at fáa úrslitini frá sínum avriki, sigur føroyska mamma Elvar, Elin Wang.
Týsdagin og mikudagin hava landsliðini loyst seks truplar og abstraktar støddfrøðiligar uppgávur, tríggjar hvønn dagin. Men, í mun til aðrar olympiskar leikir, eru úrslitini ikki greið beinanvegin – tey skulu fyrst rættast, og síðani verður greitt hvussu nógv stig fella í sín lut.
- Undanfarin ár hava teir staðið seg heilt fínt. Í innleiðandi, norðurlendska umfarinum gjørdist Elvar enntá nummar 10 í øllum norðurlondum. Til sjálvt OL plagar Ísland eisini at liggja nøkurlunda í miðjuni, sigur Elin, errin á málinum.
Treytin fyri at luttaka til OL, er at man er undir 20 ára gamal og síðani skal man taka lut í undanumførum, sum fara fyri seg á miðnámsskúlunum. Elvar, sum longu hevur tikið lut á trimum olympiskum leikum – Rio de Janeiro, Hong Kong og Teilandi – kann tískil fáa enn eitt OL við, nú hann hevur eitt ár eftir í miðnámsskúla.
Familjan býr í Reykjavík, men er stødd í Føroyum í summarfrítíðini.
- Og Elvar kemur eisini hendavegin týsdagin at fáa ólavsøkuna við, sigur Elin.