Í grønlandsmeistaraheitinum í langrenn – sum er kapping innan skíð – var ein føroyingur í fyrradagin millum luttakarnar. Tað var 33 ára gamli, Pætur Jørðdal Niclasen, ættaður av Eiði. Pætur Jørðdal Niclasen var við í kappingini 10 kilometrar langrenn classic.
Har endaði føroyski luttakarin á einum triðja plássi, og vann sostatt bronsu. Tann sum endaði nummar eitt – Martin Møller – umboðaði fyrr í ár Danmark til vetrar-OL.
.