Byggivinnan
Fyrsta desember í ár verður Veðurlags- Orkuráðstevna í Keypmannahavn “COP 15”- ein ráðstevna, sum fer at draga nógv fólk um allan knøttin til Keypmannahavnar.
Landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, verður ein av teimum, sum verður á ráðstevnuni í Danmark í desember.
Orkuparturin fyrst
Í juni mánað í ár gav landsstýriskvinnan
Landsverki uppgávuna at áseta reglur fyri orkunýtsluni av føroyskum bygningum.
Áseting av reglum fyri orkunýtsluni í føroyskum bygningum er bert ein lítil partur av einum nógv meira umfatandi arbeiði, sum fevnir um ásetingar fyri føroyskari bygging í breiðastu merking.
Í fleiri umførum hevur verið roynt at venda
skútuni í Føroyum og seta hol á arbeiðið at orða eina føroyska byggireglugerð, og hava fleiri byggireglugerðir verið ávegis síðan 1976, men er arbeiðið altíð steðgað uppaftur. Tí er tað sera umráðandi, at komið verður á mál hesaferð.
Fyri at fáa byggireglugerðina í gildi og at virka sum skjótast, er ætlanin at fara stigvíst til verka, soleiðis at einstakir partar í samlaðu reglugerðini verða settir í gildi so við og við.
Orkuparturin, sum setir krøv um bjálving og tættleika, tá ið bygt verður, verður sostatt tann fyrsti parturin, sum kemur í gildi.
Hetta kann tó elva til trupulleikar, tí slíkar reglugerðir hanga saman, t.e. ávísu partarnir vísa til hvønnannan. Orku-parturin hongur soleiðis saman við øðrum
pørtum í reglugerðini og kann illa setast í gildi einsamallur. Roynt verður tí longu nú at taka hædd fyri slíkum trupulleikum.
Arbeiðið við orkupartinum er farið í gongd, og trý hús eru vald út at gera nærri kanningar av, og
verður tað úgreiningin av hesum saman við ymiskum útrokningum, sum ásetingarnar verða grundaðar á.
Danir ganga á odda
Danir hava síðan 1961 havt greiðar ásetingar fyri bygging, og er reglugerðin eisini dagførd við jøvnum millumbilum. Enn ein
nýggj útgáva av donsku reglunum, BR2010, kemur í gildi næsta ár.
Avgjørt er at brúka donsku reglugerðina sum leist fyri føroysku byggireglugerðini. Avgerðin er tikin út frá, at Danmark er so
frammalaga innan ásetan av orkukarmum. Somuleiðis er
málið eingin trupulleiki, og flest øll fakfólk í byggivinnuni í Føroyum eru útbúgvin í
Danmark og kenna donsku krøvini. At enda kann nevnast, at føroyskir ráðgevar í dag nýta donsku reglugerðina vegleiðandi, tá ið hús og bygningar skulu byggjast. Enn er tað ikki vanligt at nýta orkupartin í donsku reglugerðini, tí hesin er heldur trupul at fylgja, men eisini tí at tað ikki hevur verið siðvenja at byggja orkuvinarligt í Føroyum. Sjálvt um støðið verður tikið í tí donsku reglugerðini, verður eisini hugt eftir byggireglugerðum í hinum grannalondunum.
Arbeiðssetningurin
Føroyska
landsbyggireglugerðin skal áseta reglur fyri bygging í
Føroyum og er ætlað fakfólkum í byggivinnuni. Hon skal tryggja, at góðskan á byggingini verður tillagað føroysk viðurskifti.Byggireglu-gerðin skal við øðrum orðum tryggja, at samfelagið fær sum mest burturúr
allari framtíðar bygging í Føroyum.
Evnisdagur um byggireglugerð
Í juni mánað var so “spakin” settur í á einum evnisdegi á Hotel Hafniu, har virkir, fyritøkur, stovnar og umboð fyri kommunurnar luttóku. Umboð úr Danmark og Grønlandi vóru við og kunnaðu um teirra royndir við byggireglugerðum í ávikavist Danmark og Grønlandi.
Ein verkætlanarbólkur og ein stýrisbólkur vóru
skipaðir beinanvegin á staðnum umboðandi ymiskar bólkar í byggivinnuni.
Verkætlanarbólkurin skal taka sær av sjálvum arbeiðnum í samband við reglu-gerðina, meðan stýrisbólkurin skal seta út í kortið og taka støðu til møguligar spurningar í sambandi við verkætlanina. Harafturat skal stýrisbólkurin góðkenna arbeiðið hjá verkætlanarbólkinum, so hvørt tað tekur seg
fram.
Byggisiður í broyting
Nógv fólk møttu á Hafnia til evnisdag um byggireglugerðina, og vístu tey arbeiðnum sera stóran áhuga. Talan er eisini um eitt størri verk, sum fer at hava stóra ávirkan á byggisiðin í Føroyum. Semja var tó um, at vit ikki skulu uppfinna djúpa tallerkin umaftur, men at Føroyar skulu fylgja grannalondunum og samstundis hava sínar egnu ásetingar, ið taka hædd fyri føroyskum serviðurskiftum.
Í dag byggja vit hús, sum eru alt ov illa
bjálvað, og eru tey heldur ikki nóg tøtt.
Landsbyggireglugerðin fer at ávirka føroyskan byggisið heilt nógv. Í framtíðini fara vit at seta samlaðu orku-nýtsluna í samfelagnum niður við at byggja meira orkuvinarligt. Tað kann gerast ein trupulleiki hjá eitt nú “sjálvbyggjarum” at fylgja nýggju krøvunum, tí tú sleppur næstan ikki undan fakligari vegleiðing, áðrenn bygt verður. Í fyrstu syftu verður tað tí dýrari hjá hesum at byggja, men í longdini verður tað bíligari í rakstri.
Fyrireiking neyðug
Tá ið orkuparturin er liðugur, liggur eitt stórt arbeiði fyri framman, tí allir partar, sum verða raktir av broytingunum, og sum tískil skulu fylgja nýggju reglunum, mugu fyrireika seg væl, áðrenn nýggju krøvini verða sett í gildi.
Fyri at reglugerðin skal virka til fulnar er tað somuleiðis ein treyt, at byggiharrar frá politiskari síðu verða stuðlaðir og eggjaðir til at velja orkuvinarligu loysnirnar.
At enda er tað av alstórum týdningi, at hvør einstakur sær hesar fyrimunir við nýggju reglunum – eisini “sjálvbyggjarin”.