Boys in a Band vitja í Íslandi í næstum og fleiri bólkar framføra í næstum í Íslandi Tað byrjaði av álvara, tá Týr tók íslendingar á bóli fyri nøkrum árum síðani, og harvið eisini legði lunnar undir at fleiri gjørdu innrás í Íslandi.
Hesa vikuna eru Boys in a Band á breddanum við ?Fløgan hesa vikuna? á íslendsku Rás 2.Teir skulu spæla á Icelandic Airwaves 17. og 18. oktober. Har verður Bloodgroup eisini við, sigur Jens Guið, heimildarmaður.
Um vikuskiftið spæla føroyingar á Stokkseyri. Skráin er henda:
10. oktober (í gjár)
23.00 GUÐRIÐ HANSDÓTTIR
23.45 KVONN
24.30-03.00 SPAÐAR 5
11. oktober
Leygardag
19.00 ?Heygar og Dreygar? YGGDRASIL & Kristian Blak
20.00 ?Sleeping with Ghosts? GUÐRIÐ HANSDÓTTIR
20.45 ?Smakkurin? BIRGIR ENNI, skipari og kokkur bjóðar smakksroyndir.
21.15 ?Álvastakkur? KVONN
22.30 ?Ólavur Riddararós? FØROYSKA DANSURINGURIN
24.00-03.00 ?Huldrudansur? SPAÐAR-5
12. oktober
Sunnudag
16.00-1800 GUÐRIÐ HANSDÓTTIR OG KVONN
Kvonn spælir eisini á Irish Pub í Reykjavík tann 19. oktober. Tann 24. og 25. spæla føroyingar á Fjørðukrónni