Ein stór gávu frá A.P. Møller áljóðandi 150 milliónir er orsøkin til, at Zoologiski havi kann byggja "Den arktiske ring". Gávan er tann størsta nakrantíð í søguni hjá 150 ára gamla havanum.
Ísbjørnir og kópur eru longu at síggja, men tey fáa nýtt heim, tá Arktiski ringurin verður liðugur á vári 2012.
Gjørligt verður at síggja bæði djórini úr eini glastunli og uttandura.
Fuglabergið sær út at líkjast landslagnum í Føroyum. Í Zoologiska havanum siga tey, at lundi, álka og lomvigi vera at síggja flúgvandi, tá tey hvíla á rókini, og tá tey kasta seg eftir mati. Í glastunlinum verður gjørligt at síggja, hvussu fuglurin svimur undir vatni.
Yndismaturin hjá ísbjørnunum - kópurin - fer at liva síðu um síðu við ísbjørnirnar. Ein tjúkkur glasrútúr ger, at kóparnir ikki gerast ísbjarnamatur.