Í summar verður ein fullfíggja heildarætlan fyri alla krabbameinsviðgerð klár at handa landsstýrismanninum í heilsumálum, Hans Paula Strøm.
Tað er úrslitið av arbeiðnum, sum hevur tikið einum vælmannaðum og fjølbroyttum arbeiðsbólki hálvt annað ár at gera, sum tá verður lagt fram.
Bólkurin hevur eisini fingið serkøna hjálp uttanlands.
Endamálið hjá bólkinum er at lýsa og útgreina alt krabbameinsøkið, sum tað er, heilt frá fyribyrgjandi tiltøkum, til kanningar fyri at staðfesta sjúkuna og hvussu viðgerðirnar skulu skipast. Harumframt skal bólkurin gera eina fullfíggjaða ætlan fyri endurbúgving og eftirviðgerðir, umframt at hann eisini skal útgreina, tann linnandi viðgerðin skal skipast.
Endamálið er, at staðfesta yvirskipaðu rættindini hjá sjúklingunum í viðgerðargongdini, samstundis sum skyldan hjá heilsuverkinum at veita áløgdu tænastuna eftir krabbameinsætlanini, skal gerast meira týðilig, sigur Hans Pauli Strøm
- Tað merkir, at talan skal verða um eitt samanhangandi tilboð frá byrjan til enda og hetta er eitt arbeiðið, sum eg vænti mær nógv av.
Hans Pauli Strøm sigur, at bólkurin fer sostatt at koma við eini tilráðing um, hvat skal henda á krabbameinsøkinum og hvussu tey ymsu stigini í ætlanini skulu raðfestast, umframt at hann annars fer at koma við eini tíðarætlan fyri, hvussu tað er hóskandi at seta ætlanina í verk.
Neyvan ráð
Hann ivast heldur ikki í, at hetta fer at seta nøkur fíggjarlig krøv til politiska myndugleikan, tí víttgangandi krabbameinsætlanir sum hesar, plaga at vera rættiliga dýrar.
Men Hans Pauli Strøm hevur ikki bjartar vónir um at tað ber til at seta nakað munagott av hesi heildarætlanini í verk í næstum.
- Fíggjarstøðan er ikki bjørt og tað er alt, sum bendir á, at næsta ár verður kanska uppaftur truplari enn árið í ár.
- Landskassans inntøkur fara neyvan at veksa næsta ár og sostatt geri eg mær ikki stórar vónir um at vit sleppa at økja útreiðslurnar.
Men fyri tað er tað rætt at halda fram við arbeiðnum, so at ætlanin er klár at seta í verk, tá ið fíggjarlig rúmd er fyri tíð, sigur Hans Pauli Strøm.
Ráðstevna um Krabbamein í Havn
Í sambandi við arbeiðið at gera eina heildarætlan fyri alt krabbameinsøki í Føroyum, verður, sum greitt verður frá í hinari greinini á síðuni, verður ráðstevna um krabbamein í Havn mikudagin.
Har fer formaðurin í Kræftens Bekæmpelse í Danmark og yvirlækni í krabbameinssjúkum og deildarleiðari hjá felagnum.
Teir báðir fara at greiða frá donsku krabbameinsætlanina og, hvussu støðan er viðvíkjandi krabbameinsviðgerð í Danmark.
Við á fundinum verður arbeiðsbólkurin, sum ger føroysku krabbameinsætlanina, men trivnaðarnevndin hjá Løgtinginum er eisini boðin fyri at økja um kunnleikan hjá politikarunum alt øki.
Leggja heildarætlan fyri fleiri sjúkur
Sum greitt er frá í aðrari grein er á síðuni, verður í løtuni arbeitt við at gera eina heildarætlan fyri alt krabbameinsøki í Føroyum.
Men Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at krabbameinsætlanin er bara tann fyrsta heildarætlanin av fleiri, sum skulu gerast tey næstu árini.
Tá ið hon er liðugt, verður farið undir at gera heildarætlanir fyri aðrar av teimum stóru sjúkubólkunum, sum eru.
- Vit hava ongar virkisætlanir fyri tey stóru høvuðs sjúkuøkini og tað er ein bági, sigur hann.
Hann sigur, at tí skulu heildarætlanir eisini gera fyri diabetisøkið, umframt fyri hjartaøkið og giktaøkið.
Endamálið er, at bæði fyribyrging og viðgerð skulu verða effektivari, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at ætlanin er at fara undir tað næstu heildarætlanina næsta ár og hendan tíðin til tað skal brúkast til at finna útav, hvat sjúkuøkið tað er rættast at fara undir.