Føroysk heilsukunning á netinum

Í dag almannakunngjørdi Apoteksverkið nýggju heimasíðuna hjá sær, ið hevur eina rúgvu av møguleikum at bjóða brúkarunum. Til ber at finna allar møguligar upplýsingar um sjúkur, sjúkutekin og heilivág, og eisini ber til at seta spurningar um heilsu á heimasíðuni.

Talan er ivaleyst um eina av mest umfatandu føroysku heimasíðunum nakrantíð. Á www.apotek.fo ber nú til at fáa sær alskyns kunnning um heilsu, heilsuverk, heilivág og annað, sum hevur við hetta at gera.

Ein liður í kunning um heilsu
Richard Schwartson, apotekari, er ein av teimum, sum hetta seinasta hálva árið hevur arbeitt við at fyrireika nýggju heimasíðuna, og hann er fegin um úrslitið.
- Vit meta, at síðan er og verður í enn størri mun ein liður í kunning um heilsu í Føroyum. Samfelagið í dag er soleiðis bygt upp, at fólk vilja hava kunning her og nú, tá ið tey hava tørv á tí, og í hesum sambandi er alnótin helst besti miðil til kunning, sigur Richard Schwartson.
Kunning á nýggju heimasíðuni er rættuliga umfatandi. Greitt verður frá ymiskum sjúkum, og hvørji eyðkenni eru fyri hesar sjúkur. Somuleiðis ber til at lesa um ymsan heilivág, og hvør heilivágur verður nýttur fyri hvørjar sjúkur. Kennir tú teg illa til passar, ber til at fara inn á heimasíðuna og við at upplýsa tíni sjúkueyðkenni, kanst tú møguliga finna fram til, hvat bagir tær.

Spyr apotekaran ella læknan
Ein møguleiki við nýggju heimasíðuni, sum nógv ivaleyst fara at gera sær dælt av, er, at tað ber til at seta fakfólki spurningar. Tú kanst til dømis spyrja um ymiskt viðvíkjandi heilivági, so sum prís, hjáárin og annað. Eisini kanst tú sum brúkari seta spurningar viðvíkjandi heilsu. Í fyrstu atløgu roynir apoteksverkið sjálvt at svara spurningunum, men er talan um so mikið umfatandi spurning, at tað krevur svar frá lækna, verður hetta eisini gjørt.
- Spurningarnir verða allir svaraðir, og eitt fólk kannar dagliga, um nakar nýggjur spurningur er settur. Vit ætla, at tað í mesta lagi skal taka tvær vikur at fáa ein spurning svaraðan, og helst styttri enn so, sigur Richard Schwartson. Spurningarnir, ið verða settir, verða ikki sjónligir á heimasíðuni, fyrr enn teir eru svaraðir av fakfólki.
Arbeiðið við at gera heimasíðuna hevur tikið umleið eitt hálvt ár, og í sambandi við hetta arbeiði hevur apoteksverkið havt ein arbeiðsfólk við fýra persónum, ið hava fingist við hetta. Tað er lýsingarstovan Sansir, ið hevur ment, forritað og sniðgivið nýggju heimasíðuna.