Danska útvarpsrásin P1 varpaði í farnu viku ljós á ein spurningin, sum upptekur flest øll valevnini til løgtingsvalið 29. oktober: hvussu fáa vit fleiri lesandi føroyingar uttanlands heimaftur til Føroya eftir loknan lestur?
Røddin.fo hevur funnið fram til, at P1 var í Føroyahúsinum í samband við formansumfarið, sum Meginfelag Føroyskra Studenta skipaði fyri hósdagin í farnu viku. Í sendingini P1 Orientering, sum tú kanst hoyra við at trýsta á leinkjuna niðast í greinini, verður tosað við Fríðrikur Henriksen og Regin W. Dalsgaard.
Teir báðir lesa í Keypmannahavn og skiftu orð við donsku útvarpsrásina,millum annað um áðurnevnda spurning, sum upptekur bæði politikkarar, veljarar og eisini danskt útvarp.
Á hesari leinkjuni kanst tú hoyra samrøðuna við Fríðrik Henriksen og Regin W. Dalsgaard, sum varð send í Orientering á P1 farna fríggjadag: www.dr.dk/P1/orientering/indslag/2011/10/14/153529_1_1_1_1_1.htm