Føroysk hitt á Ó festivalinum

Ólavsøkan byrjar við einum braki á Ó konsertini á Skálatrøð tann 27. juli.

 

Á skránni eru the Dreams, SIC, Gipsy Train, Mike, Kristel Lisberg, Brandur Enni, dansarar úr Kennir tú Margar? FAROE5, Pandaboy (DJ) og Páll Finnur Páll.

 

Harafturat verður eitt Lasara-Show. Lóvers (klemmarar) fara at spreiða kærleika, og By Night Photography, Móta-Show og mangt annað verður eisini á skránni.

 

Ó festivalurin, sum er ein nýggjur partur av Ólavsøkuni, hevur fingið sera jaliga móttøku millum fólk, og fyrireikarnir vænta nógv fólk til Ó konsertina tann 27.

 

-Øll útlit tykjast vera fyri einum sera væleydnaðum tiltaki. Sjálvt veðurvánirnar eru av teimum allar fagrastu, sigur Elin Hentze, dagligur leiðari hjá Tonleikur.fo, sum samskipar Ó festivalin fyri Tórshavnar Kommunu.