Føroysk jólaguðstænasta í Keypmannahavn

Annan jóladag klokkan 14 verður føroysk gudstænasta í Keypmannahavn, sum verður send á DR P1, sama dag klokkan 16:03.

Bergur Jacobsen, prestur í Samuelskirkjuni sigur, at í 1915 var farið undir regluligar føroyskar guðstænastur, og hava tær verið hildnar í ymiskum kirkjum í ríkishøvusstaðnum. Síðani 1971 hevur føroyska kirkjuliðið hildið til í Samuelskirkjuni, Nørrebrogade 65, 2200 København N.

Sum siður er annan jóladag, so syngur Húsakórið undir guðstænastuni, í ár stjórnar Benjamin Gaasedal, Helgi Breiner Petersen er organistur, og Bergur Jacobsen prædikar. Aftan á guðstænastuna bjóðar kirkjuliðið ein drekkamunn í kryptini, har høvið verður til at síggja sermerktu stóru veggjamyndina hjá Amariel Norðoy, »Jól, páskir og hvítusunna«.

Fyrstu ferð danska útvarpið sendi føroyska jólaguðstænastu var hin 26. decembur í 1938, og tá var tað úr Christiansborg Slotskirkju, tá stovnarin av Føroyska Kirkjuliðinum, Gudmund Bruun próstur prædikaði. Santa Ólavs Føroyska Kirkjulið varð stovnað hin 28. novembur í 1915.

Fyrr lurtaðu nógvir føroyskir útisetar í Norðurlondum og í Bretlandi eftir guðstænastuni á Kalundborg langbylgjusendaranum. Hettar ber ikki longur til, men nú hoyrist hon í staðin um allan heim á alnetinum – bæði beinleiðis og á goymsluni hjá DR.DK/P1/Gudstjenester.

Nógir føroyingar plaga at leita sær til guðstænastu á Nørrebrúgv annan jóladag, og hjá enn fleiri útisetum er føroyska útvarpsguðstænastan ein fastur táttur í jólahaldinum.