Atlantic Petroleum boðar nú frá, at fyrsta oljan frá Ettrick leiðini í bretskum øki gerst veruleiki um ein mánað. Aoka Mizu, sum er eitt FPSO skip (framleiðslu og goymsluskip, red.) er júst komið á leiðina í Norðsjónum eftir at hava siglt teinin úr Rotterdam. Komandi mánaðin verður gjørt klárt til fyrstu framleiðsluna frá feltinum, sum føroyska oljufelagið eigur lut í. Føroyski parturin er 8,27%. Hini feløgini eru Nexen, sum er fyristøðufelag við 79,73% og Dana við 12%.
Aoka Mizu verður langtíðarleigað frá Bluewater. Skipið hevur eitt framleiðsluføri til 30.000 tunnur av olju, og 35 MMscfpd av gassi um dagin. Nettoframleiðslan til Atlantic Petroleum verður væntandi umleið 1,650 tunnur (boepd) um dagin.
Wilhelm Petersen, stjóri í Atlantic Petroleum sigur ma.; -Vit eru errin av at kunna siga partaeigarunum frá hesi stóru hending, sum fer at skapa neyðuga grundarlagið undir enn eini framleiðslu hjá felagnum. Hann vísir á, at tað hevur tikið tíð og orku at røkka so langt. Hetta merkir, at felagið skjótt fer at vera við í tveimum framleiðandi oljukeldum í Norðsjónum og gevur tað felagnum eitt frábera gott grundarlag undir víðari menning. Hann leggur aftrat, at tað í grannalagnum á Ettrickleiðini finnast møguleikar, sum kunnu spæla ein týðandi leiklut í framtíðar menningini í økinum.