Føroysk psykiatri 40 ár

Í hesi viku eru 40 ár liðin, síðani Psykiatriska deild lat upp í Føroyum, fyrst 1 deild av 5, fá ár seinri allar 5, nakað eftir Pensionatið og upp aftur seinri Demens­deild og Økispsykiatri.
Úr í øldir ongum, til í 1969 spildurnýtt sjúkrahús eftir tátíðar høgum standardi bæði viðv. bygningum, tól­um og starvsfólkum.
Minnist sjálvur, hvussu fínt og nossligt alt kendist, og smittaði hetta óivað av upp á starvsfólk, sum eld­hugað løgdust til.
Byrjanin var væl fyri­reikað: Hølini snikkað til eftir frægastu fyrimyndum, sum tá vóru galdandi í okk­ara grannalondum. Kapasi­teturin skuldi. upp á seg vera áleið hin sami sum aðra­­­staðni, síðani sálar­sjúku­­títtleikin vísti seg at vera nokk so líka, úr einum samfelagi í annað.
Føroysk starvsfólk høvdu frammanundan nomið sær neyðuga serútbúgving og arbeiðsroyndir aðrastaðir, og har, tað restaði í, lánti deildin fyrstu tíðina skikk­aði starvsfólk uttanífrá, fram til at øll føroysk mann­ing var serútbúgvin.
Árni Olsen, yvirlækni og undangongumaður við lít var sjálvur serútbúgvin og royndur innan bæði psyki­atri og neurologi og fevndi sostatt víða. Hann helt skúla fyri sínum starvs­fólkum drúgva tíð áðrenn upplating, og sostatt var so mangt væl fyrireikað.
Tá so allar 5 deildirnar vóru lidnar og mannaðar, fingu føroyskir varandi sálarsjúklingar niðri tilboð um at fáa framhaldsviðgerð og røkt í Føroyum, og tóku mong av.
Mesta seingjartalið mundi eitt skifti vera oman fyri 100 í afturlitinum av, at sinnissjúk fólk áður var ein so rár uppliving í almenna føroyska rúminum, síðani sálarsjúk undan Psyk. Deild einamest vóru havd í sjúkrakliva (celluni), ímeð­an bíðað varð eftir farti til Danmarkar og undir kríg­num til Bretlands.
Seinri er seingjatalið al­­samt minkað og tað av góð­um grundum. Tey mang­­an tilkomnu aftur­komnu úr Danmark doyðu mong út av deildini av elli og øðrum natúrligum or­­søk­um, sam­stundis sum al­­heimsrákið eisini kom hendavegin um, sum mest at tøma psyki­atriskar seingja­­deildir og í staðin dúva upp á ambulanta við­gerð, kunning, økis­psykiatri og sambýli kring landið.
Eldhugað starvsfólk
Tá tað byrjaði, og í mong ár aftaná, virkaði Psyk.Deild sum heildarpsykiatri, har deildin tók sær av fólki í øllum aldri og við øllum hugs­andi sálarligum sjúkra­tilburðum umframt menn­ingartarn.
Deildirnar vóru ikki býtt­ar upp í børn, ung, vaksin og gomul, men roynt var kortini at røkka øllum, og skal eg sjálvur siga tað, gekst eftir umstøðunum bara væl.
Eldhugað starvsfólk tóku, við støði í tí einstaka sjúk­lingunum, røktina upp á seg, og so máttu umstøð­urnar skikkast hareftir. Eisini hevur Psyk.deild alla sína tíð veitt fakligar tæn­astur til aðrar sjúkra­hús­deildir, al­­mannaverkið og aðrar myndugleikar.
Á frálæruøkinum gingu ikki mong ár, til deildin saman við sjúkra­systra­skúlanum skipaði so fyri, at lesandi ikki longur høvdu fyri neyðini at fara niður at taka psykiatriina, eins og deildin eitt skifti, hon mangl­­­aði røktarar, so bara og uttan óneyðugt roks skúl­aði sínar egnu røktarar bæði viðv. fakligum ástøði og praktikki.
Nú á døgum verður av røtt­um funnist at, at ung­dómar skulu hýsast innan­deilda saman við vaksnum og gomlum meira og minni í ørviti.
Minnist í tí sambandi okk­um hava havt børn inn­løgd niður í 8-10 ár og uttan stórvegis trupulleikar, síð­ani tað bar til at sýna teim­um serliga umsorgan og með­menniskjuliga av­­skerm­­ing.
Nú á døgum verður psyki­­­­atriskt virksemi al­­samt meira uppbýtt og spesi­aliserað, sum er gott, hóast vandi altíð er fyri, at sjúklingar kunnu detta nið­ur ímillum “kassarnar”.
“Bert lúsin útlendsk er....” og møguliga dugdu tey sak­kønu betur aðrar staðir, men Psyk.deild hevur so eisini bundið ann við truplar og sjáldsamar sjúkra­til­burð­­ir, sum aðrastaðir verða vístir á serdeild, men kortini spældi hjá okkum ofta bara væl av.
Psyk. Deild hevur ikki flutt nógvar sjúklingar til útlandið, og tá tað onkuntíð var gjørt at senda serliga ung og væntandi varandi sálarsjúk burtur til neyvari sjúkrugreining, so fingu vit tey aloftast aftur við somu diagnosu og viðgerðarætlan sum okkara egna.
Kom í tøkum tíma
Tó tað sum fyri 40 árum síðani var framkomið og spildurnýtt, er umsíðir vorð­­ið so misrøkt og niður­slitið, at ætlanir eru frammi um bara at javna alt tað gamla við jørðina og í stað­in byggja nýggjan Psyki­atriskan Depil.
Tó, tað sum nú verður minst aftur á er byrjanin og gongdin innan føroyska psykiatrti seinastu 40 árini.
Tað kom í tøkum tíma at nøkta, vísti tað seg, ein stóran tørv á psyiatriskum dugna.
Tað reingist ikki, at til­boðið og umstøðurnar eftir umstøðunum tá vóru opti­malar.
Væl rúmaði nýggja psyk.deild tá eisini 4-songs stov­ur, sum síðani tíbetur eru býttar upp saman við øðrum ábótum, soleiðis at summar deildir nú bert rúma helvt­ina av upprunaliga 20 sjúk­lingum.
Samstundis sum nýggja Psyk.deild lat upp, starv­að­ist eg enn á Ríkis­sjúkra­húsinum, og har lógu so upp í 20 sjúklingar í sama rúmi, so í mun til sína framtíð tá var føroysk psyki­atri frammarlaga.
Læknaverðin sigst í summ­um førum vera fongd við klandri og stríð millum starvsfólk.
So hevur ikki verið á Psyk.deild, tað eg minnist øll míni yvir 30 virkisár har. Nógv starvsfólk hava trivist væl og verið har øll síni virkisár, og eru onkur av teimum allar fyrstu eld­sálunum har enn, umframt at komandi og farandi starvs­fólk yvirhøvur bara hava róst tí góða arbeiðs­andanum.
Men hóast alt, so tykir mær størstu menningina farnu 40 árini tó vera tann tiltrongt vaksandi almenni opinleikin, kunnleikin, með­­­­vitið og bøttur hug­burður manna millum um sálarligar sjúkur.
Hjartaliga til lukku Psykiatriska Deild/Depil við teimum fyrstu 40 virkis­árunum við ynski um góðan byrð frameftir.

Vinarliga
Eyðun Joensen, sálarfrøðingur