Vit royndarkoyrdu skipanina í Havnini við sera góðum úrsliti. Ymsar adressur í býnum vórðu tastaðar inn, og síðan vórðu vit vegleiddir av eini føroyskari rødd, sum segði okkum, um vit skuldu snara til høgru ella vinstru, og nær bilurin var komin til ta ávísu adressuna.
Talan er um eina framkomna GPS-skipan við nógvum møguleikum. Skipanin er gjørd til Garmin GPS-arar og føroyakortini kunnu keypast í radiohandlum og vera at fáa aðrastaðni við.
Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin, eftir tíðindini kl. 17, verður skipanin royndarkoyrd saman við Boga Jacobsen og John Zachariassen frá ráðgevingarstovuni Munin.