Vit kunnu brúka 10 tals mió. Kr til marknaðarføring av Føroyum og eitt nú føroyskari ferðavinnu, men hetta er onki aftur imóti tí virði, føroysk ítróttarfólk hava í marknaðarføring, tá tey umboða Føroyar undir føroyska Merkinum. Tað eru fleiri úrmælingar innan føroysku ítróttina. Serliga er tað innan svimjing, at vit hava sæð avbera góð úrslit. Hóast vánaligar karmar hava úrmælingar sum Pál Joensen víst á sera heiðurslig altjóða úrslit m.a. 3 gull í EM í svimjing fyri juniorar, silvur til EM fyri seniorar og umframt onnur sera góð úrslit. Ì 2012 skal Pál luttaka til OL í London, men tíverri verður hetta eftir øllum at døma undir danska Dannebrog. Hetta kunnu vit ikki bjóða okkara bestu ítróttarfólkum, sum umboða føroysku tjóðina til størstu ítróttarkapping í heiminum.
À Fólkatingi fara vit í Fólkaflokkinum at arbeiða fyri sjálvstøðugum limaskapi í ICO, altjóða olympisku nevndini, soleiðis at føroysk ítróttarfólk kunnu luttaka til OL undir føroyska Merkinum.
Annika Olsen
Valevni fólkafloksins til fólkatingsvalið