Føroysk valskipan ? hvat vilja vit?

   

Bogi Eliasen,cand.scient.pol
????????????????????????




Løgtingsval var í januar og tá hendi tað, sum henda kann í okkara skipan, at triðstørsti flokkurin fekk flest umboð á ting. Hetta elvdi til kjak og fleiri politikarar søgdu seg vilja broyta valskipanina, og í vikuni var ein fyrispurningur á Tingið hesum viðvíkjandi og tykist vilji at verða fyri broytingum. Ársins løgtingsval var eisini ein vanlukka í javnstøðuhøpi, einans tríggjar kvinnur komu á ting, eingin kvinna fekk landsstýrissess og eingin kvinna er formaður ella næstformaður í nakrari fastari tingnevnd. Sostatt er ikki neyðugt hjá Løgtinginum, hesa setuna, at hugsað um hvørt tað er rætt at brúka heitini formaður og næstformaður, tí har sleppa einans menn framat.
Úrslitið av valinum 2004 var, at færri enn 10% av tingmanningini eru kvinnur og at størsta atkvøðutalið ikki neyðturviliga merkir flest umboð í Løgtingið.
Yvirumboðan
Okkara valskipan er so háttað, at útjaðaraøkini eru yvirumboðaði, hetta er ein leistur lagdur, tá valskipanin bleiv gjørd, fyri at tryggja teimun umboðan. Um føroyska valskipanin skal broytast soleiðis, at allar atkvøðurnar viga eins nógv, ber illa til at hava omanfyrinevnda fyriliti.
Tí er neyðugt at spyrja, skulu vit broyta føroysku valskipanina, skal broytingin so taka fyrilit fyri at øll økir í landinum eri vís í at fáa umboðan og møguliga yvirumboðan, ella er tað mest umráðandi at tryggja, at allar atkvøðurnar viga eins nógv, soleiðis at størsti flokkurin í atkvøðutalið eisini fyri vist hevur størstu tingmanningina? Ein møguleiki er eitt valdømi. Her koma allar atkvøðurnar at viga tað sama, men vandin er, sum sagt, at onkur øki onga umboðan fáa í Løgtingið. Her mugu vit velja annan leistin.
Kvinnuumboðan
Hin trupulleikin, sum hevur verið nógv frammi, er kvinnuumboðan. Sjálvur havi eg hug at skammast yvir, at kvinnuumboðanin á Tingi er undir 10%. Men tað hjálpir ikki so nógv. Heldur spyrji eg; hví er tað soleiðis og ber tað til at broyta hetta? Skulu vit hava skilmarkaði pláss í Løgtinginum til kvinnur, t.d. minst 25 ella 30 prosent. Skulu vit heldur, sum Sjálvstýrisflokurin ætlar, bera so í bandi, at helvtin av valevnunum á listunum skula verða kvinnur? Skal tað verða upp til flokkarnar sjálvar, at syrgja fyri at fleiri kvinnur koma á Ting, ella skal skipanin broytast fyri at røkka hesum máli?
Her kann spyrjast um tann skipanin vit hava ger, at vit fáa tey røttu fólkini inn í politik og um møguliga veiki leikluturin hjá Løgtinginum í okkara skipan ger, at kvinnur ikki hava tann stóra áhugan í at sita á Tingið?
Tað, at kvinnur skulu fáa tryggjaðan part av løgtingsumboðanini, hevði ikki verið kollveltandi fyri føroysku skipanina, tí valøkini hava longu henda framíhjárætt. Soleiðis vildi broytingin bert verið, ein ávísur partur at løgtingssessunum verður skilmarkaður kvinnum, eins og hann verður skilmarkaður teim ymsu valøkjunum ídag. Men um tað er rætti hátturin, eri eg ikki vísur í.
Valskipan og kommunur
Føroyar eru nógv broyttar síðani valskipanin bleiv gjørd. Serliga er undirstøðukervið nógv betri og við Vágatunnlinum og komandi tunlum til Norðoyggjar og møguliga Sandoynna, gerst meginøki sera stórt. Harafturat gera kommusamanleggingar, at onkur kommuna fer at verða í tveimum valdømum. Soleiðis passa valdømini ikki allastaðni longur soleiðis, at talan er um nátturligar eindir. Tí er tað av stórum týdningi at spyrja; eigur ein broyting av stýriskipan og/ella vallóg at verða framd saman við einum kommunalum endurbygnaði?
Er Løgtingið ov veikt?
Síðan stýriskipanarlógin kom, hevur mangan verið sagt, at Løgtingið er ov veikt. Í einum kjaki um valskipan er møguliga neyðugt eisini at nema við, hvat tað er vit vilja við Løgtinginum og hvønn leiklut Løgtingið skal hava. Kann Løgtingið styrkjast við eini øðrvísi valskipan, t.d. um farið var aftur til afturlatnar flokkslistar, ella fáa vit betri landspolitik við einum valdømi? Er nakar høpi í at fáa eitt valdømi, um vit ikki samstundis fáa sterkari kommunur?
Men tað er umráðandi at minnast til, at valskipanin er eitt amboð fyri at skapa tað politisku skipanina vit helst vilja hava. Valskipanin skal ikki verða eitt endamál í sjálvum sær.

Vit á Tinghelluni ætla komandi vikurnar at viðgera føroysku valskipanina og leiklut Løgtingsins. Er tørvur á broytingum ella hava vit kanska brúk fyri eini heilt nýggjari skipan? Vit vóna at fáa fleiri fólk og áhugabólkar at skriva um hetta evni, fyri at fáa eina so breiða viðgerð sum møguligt.