- Stígur er nú komin í ætlanina at yvirtaka útlendingamál til føroyskt málsøki.
Tað er ES, sum hevur lagt seg í buktina og hetta kann nú vísa seg at verða ein forðing fyri ætlaðu yvirtøkuni.
Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, staðfestir, at útlendingamál eru
danskt málsøki, men at Danmark hevur latið hetta málsøkið upp í hendurnar á ES at umsita ígjøgnum Shengen samstarvið.
Men føroyingar eru ikki við í Shengen og tað elvir nú til trupulleikar.
Sum støðan er nú, eru bæði løgreglan og útendingamál í Føroyum, donsk málsøki.
Sostatt eru tað danir, sum hava ábyrgdina av viðurskiftinum í Føroyum og av tí sama umfatar Shengen økið eisini Føroyar og Grønland.
Tískil eru Føroyar innanfyri Shengen økið, hóast vit ikki eru limir í Shengen.
Tað ber í sær, at føroyingar, sum fara í ES lond, sleppa í grundregluni frá at vísa pass og tá ið borgarar koma úr ES londum koma til Føroya, sleppa teir í grndregluni eisini frá at vísa pass.
Ein trupulleiki
Rúni Joensen sigur, at trupulleikin stingur seg upp í teirri løtu, føroyingar yvirtaka útlendingamálini.
- Tá verður tað ein myndugleiki uttanfyri ES, sum skal umsita eina ES skipan.
Hann sigur, at spurningurin um Shengen, hevur alla tíðina verið ein trupulleiki í hesum sambandi.
- Ein av trupulleikunum hjá føroyingum eftir yvirtøkuna verður at fáa atgongd til EDV kervið hjá ES við upplýsingum um øll, sum koma inn í Shengen økið.
Rúni Joensen sigur, at sum støðan er nú metir ES, at hetta er ein trupulleiki í sambandi við, at Føroyar ætla at yvirtaka útlendingaøkið.
Hann heldur kortini, at hetta er ein trupulleiki, sum kann loysast.
- Skulu vit yvirtaka útendingamál og skal Útlendingastovan hava atgongd til EDV kervið hjá ES í hesum sambandi, skal ES góðkenna Útlendingastovuna sum myndugleika á økinum
Rúni Joensen hevur vónir um, at tað letur seg gera, tí vit hava fordømi um hetta
- ES hevur góðkent Heilsufrøðiliga, hóast vit eru uttanfyri ES.
Farin í søguna
Annars er tað eisini ein møguleiki at vit yvirtaka útlendingamál uttanum Shengen økið.
- Men so verða vit at rokna sum triðja lands borgarar, eisini í hinum norðurlondunum, sigur Rúni Joensen
Norðurlond hava eitt samstarv um pass, so at vit skulu ikki vísa pass, tá ið ið ferðast ímillum norðurlond.
Norðurlond hava undirskrivað Shengen samtarvið og eitt løgfrøðiligt upprit, sum landsstýrið hevur fingið, vísir á, at tað hevur hægri tign enn norðurlendska samstarvið.
- Sostatt hevur norðurlendska samstarvið um pass ongan týdning longur, tað er bara til sum eitt eiti, sigur aðalstjórin í Innlendismálaráðnum.
- Yvirtaka vit útlendingamál, uttan avtalu við Shengen samstarvið, verða vit at meta sum triðjalands borgarar, eisini í hinum norðurlondum og skulu sostatt eisini vísa pass, tá ið vit ferðast til Íslands, Danmarkar og hini norðurlondini, eins og aðrir norðurlendingar eisini skulu vísa pass, tá ið teir koma higar.
Hann sigur, at arbeitt verður við málinum og hann hevur góðar vónir um finna eina loysn.
- Vit arbeiða bæði við møguleikanum at fáa eina avtalu við Shengen og vit kanna eisini, hvørjar avleiðingar tað fer at fáa, um vit yvirtaka tað uttan av fáa eina avtalu við Shengen.
Samgongan hevður havt sum endamál at yvirtaka á ólavsøku, men Rúni Joensen ásannar, at tað fer at knípa.
- Nú fer tíðin við at ganga undan ES umsitingin kann verða tung at arbeiða við, leggur hann afturat.
Ein avbjóðing
- Vit hava fingið eina avbjóðing í sambandi við ætlanina at yvirtaka útlendingamál.
Tað ásannar Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Men heldur ikki, at hetta skal tulkast so, at tað ikki ber til hjá okkum at yvirtaka útlendingamálini.
- Hetta er ein avbjóðing, sum skal loysast og tað arbeiða við, sigur hann og sipar til frágreiðingina hjá Rúna Joensen, aðalstjóra, í hinari greinini her á síðuna.
Men hvør loysnin verður kann hann ikki siga enn.
Nógvar samgongur hava roynt at yvirtaka útlendingamál, men tað er ikki eydnast enn.
- Hinvegin hevur ongantíð verðið arbeitt so miðvíst við málinum sum nú.
- Men spurningurin er heilt anfalt, hvussu vit loysa spurningin við Shengan og um útlendingamálini verða yvirtikin innanfyri ella uttanfyri Shengen samstarvið.
Hann er sannførdur um, at tað fer at eydnast at fáa eina loysn og hann vónar heldur ikki, at hetta fer at seinka yvirtøkuni, sum eftir ætlan skal vera á ólavsøku.