Føroyska avbjóðingin

Eyðfinnur Jacobsen, løgfrøðingur
-----

Eitt av evnunum, sum hevur verið nógv frammi í al­menna orðaskiftinum seinastu vikurnar, er ójavna skatt­leggingin av landsins borgarum.

Sosialurin hevði evnið sum tema í seinastu viku. Blaðið skrivaði, at føroyingar, ið arbeiða og rinda skatt uttanlands, fáa ofta ákoyringar fyri hetta, tá teir eru heima. Samrøða var við sjómann, sum siglir við donskum skipi, ið er skásett undir donsku altjóða skipaskánni, DIS. Hesin og hjúnafelagin greiddu frá, at tey javnan fáa at vita, at tey snúlta upp á onnur.

Aðalskrivarin hjá Kommunusamskipan Føroya KSF ávarar um, at ein skattaskipan, ið er so sett saman, at ein partur av fólkinum lítið ella einki rinda til felagskassan, kann skapa sínámillum øvund og kegl, sum kann syndra sosialu kontraktina og hava við sær líkasælu og tørvandi felags ábyrgdarkenslu.

Satt at siga gjørdist eg ikki sørt ørkymlaður av at lesa, at skattafrælsa DIS- skipanin hevur sett sosialu kontraktina ímillum føroyingar i vanda nú 25 ár aftaná, at løgtingið einmælt samtykti hesa skipan.

Løgtingið setti í gildi skattafrælsi fyri siglandi føroyingar undir DIS-skipanini tann 20. august 1988. Grundgevingin var, at løgtingið ynskti at javnstilla føroyingar við danir, sum sigldu undir DIS-skipanini.

Landsstýrismaðurin hevur í vikuni, sum fór, svarað løgtinginum, at um 350 føroyingar sigldu undir DIS í 2012, og at talið í 2011 var umleið 400. Sostatt er talið lækkað við 50 frá 2011 til 2012. Árliga inntøkan hjá føroyingum undir DIS-skipanini liggur um 150 mió. kr., sum vildi givið einar 70 mió. kr. í skatti árliga í felags­kassan. At hesar vantandi 70 milliónirnar kunnu órógva sosialu kontraktina millum føroyingar, loyvi eg mær at ivast í.

Hinvegin er tað ein sannroynd, at sjómenn í mongum londum eru lagaligari skattaðir enn aðrir borgarar. Hetta var eisini galdandi fyri sjómenn við donskum handilsskipum áðrenn DIS-skipanin kom. Tá rind­aðu bæði danskir og føroyskir sjómenn serligan sjómans­skatt á 30% av hýruni.

Tað er neyvan uttan grund, at so nógv lond viður­kenna, at neyðugt og rímiligt er at hava lagaligari skatt­legging av sjómonnum. Hugsandi er, at samfelagið við slíkum skipanum viðurkennir, at sjómenn útinna teirra virki undir øðrum og ólagaligari umstøðum enn onnur. Sjófólk (alt fleiri kvinnur gerast “sjómenn”) hava t.d. ikki sama møguleika fyri at brúka hentleikarnar á landi; og fráveran frá familjuni kann vera tyngjandi.

At skatta sjófólk lagaligari enn onnur er ikki eitt ser­føroyskt fyribringdi. Sama gera flest onnur lond. Tað serføroyska í mun til onnur lond er, at ein lutfals­liga nógv størri partur av skattgjaldarunum enn í øðrum londum hava sítt starv á sjónum.

Hetta er føroyska avbjóðingin – ikki ein avbjóðing hjá teimum, sum sigla undir DIS-skipanini - men fyrst og fremst ein avbjóðing hjá teimum, sum eru vald til at stýra landinum.

Gott vikuskiftið.