Sannur hátíðardámur var í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn hósdagin í farnu viku, tá Fótbóltsamband Føroya, sum útgevari, og Suni Merkistein, sum høvundur høvdu almenna bókaframløgu. ”Teir reystastu dreingir í Norðum” eitur hendan fyrsta bókin um ta føroysku fótbóltssøguna. Um upphavið til hesa spennandi, fótbóltssøguligu verkætlanina, sigur Suni Merkistein: - Eg haldi, at ein kann siga, at hetta er tann fyrsta samskipaða fótbóltssøgan. Tað eru skrivaðar nógvar bøkur um fótbólt í Føroyum, men ikki ein yvirskipað bók, sum fevnir um alla søguna. Tað hevur meira verið soleiðis, at fótbóltsfeløgini í samband við rundar merkisdagar hava givið síni minnisrit út. Fitt av fótbóltsárbókum eru eisini komnar út, og aðrar bøkur. Hóast Suni hevur góð orð at siga um tað, sum er givið út í fótbóltshøpi, so hevur hann kortini havt ein stóran sakn: - Eg havi tó altíð saknað eina heildarkrýniku, har øll tann samlaða føroyska fótbóltssøgan verður samansjóðað, slær Suni fast.
Gamal tanki
Talan er um ein gamlan tanka hjá Suna: - Tankin er gamal, eg minnist ikki nær hann fór at búnast. Tað var einaferð, tá eg var leysur av bókina um HB, tíðarskeiðið 1955-2004, at eg fór at spyrja meg fyri, um tað var nakar áhugi at geva nakað út. Eg vendi mær til Fótbóltsambandið fyri góðum fimm árum síðani, fyri at spyrja meg fyri, um tað var nakar áhugi at geva út eina fótbóltssøgu. Eg hevði eitt upplegg til FSF um hvørjar ætlanir eg hevði, men gjørdi teimum greitt, at eg sá meg ikki føran fyri at geva eitt slíkt bókaverk út sjálvur. Sjálvur helt eg, at tað var sjálvsagt, at FSF gekk undan í hesari verkætlanini. Teir vóru skjótir at svara uppá fyrispurningin, og teir bóðu meg fara í gongd beinavegin, greiðir Suni frá.
Fór undir at savna tilfar
Suni fór so undir tað drúgva arbeiðið at savna tilfar. – Eg brúkti rættiliga nógva tíð uppá at savna tilfar. Eg eigi allar tær føroysku fótbóltsbøkurnar, sum eru komnar út, men tað gjørdist mær tíðliga greitt, at tað mátti væl meira tilfar til. Bøkurnar eru grundarlagið, men sjálvur vildi eg hava nógv meira tilfar at byggja á, og ætlan mín var eisini at útgreina nógv av tí, sum stendur í teimum bókunum, fyri at koma víðari. So kanningarparturin snúði seg bæði um at venda sær til fólk, sum vóru lyklapersónar, og fáa meir at vita frá teimum, og bart út sagt at kanna skriftirnar nærri. Eg havi verið rættiliga nógv úti á Landsbókasavninum, og har havi eg serliga gingið gjøgnum tey gomlu bløðini, og annað skrivligt tilfar, fyri at fáa til høldar tað, sum er skjalfest. Setningurin var eisini at koma á tal við fólk, sum enn eru á lívi, fyri at fáa teirra íkast aftrat tí skrivliga tilfarinum. So kanningarparturin hevur mest sum gingið í tveimum sporum, og havi eg brúkt nógva tíð uppá hetta arbeiðið, staðfestir Suni. Suni metir seg hava brúkt tvey ár um arbeiðið, men hann undirstrikar, at hann hevur ikki sitið við tí javnt og samt. – Eg fór so líðandi undir at skriva. Eg havi brúkt hálvtannað til tvey ár um at skriva. Eg havi eisini skrivað rættiliga nógv niðurfyri. Tað mesta av øðrum bindi, sum fevnir um tíðarskeiðið 1960 til 1990 er skrivað, og nakað av triðja bindið, sum er um altjóða tíðarskeiðið er eisini skrivað, undirstrikar Suni eitt sindur lættur um hjartað um, at næsta fjallið er meir enn hálvgingið.
Ivaðist eitt sindur um býtið
Tá ein skal varpa ljós á eina søgu, sum er eina og eina fimtings øld gomul, so ger ein sær eisini nakrar tankar um hvussu bókaverkið skal skipast. – At tað skuldi gerast talan um trý bind, var heldur ikki nakað, sum var greitt beinavegin. Eg drálaði eitt sindur við tí. Eg hugsaði við mær sjálvum, at tað fór neyvan at bera til at savna alt í eitt bind, møguliga tvey bind, møguliga trý bind? Av royndum veit eg, at tilfarið hevur hug at hópa seg upp, men tað kom lutfalsliga seint, at eg gjørdi av at skipa hendan leistin, greiðir Suni frá. Fyrsta tíðarskeiðið er ikki so ræðuliga hendingarríkt. – Fá feløg eru stovnað tá, og tær skipaðu kappingarnar komu ikki fyrr enn seinni. Tað er rættiliga langt ímillum teir tilburðirnar, sum hava søguligan týdning hesi fyrstu 70 árini. Hetta gjørdi so, at eg valdi at strekkja hesa bókina fram til 1960. Tað er meira tilfar at fara eftir í teimum báðum næstu bókunum, sum fevna um tíðarskeiðið 1960-1990, og frá 1990 og fram til okkara dagar, slær Suni fast. Suni undirstrikar tó, at tað kortini gjørdist nóg nógv at fara eftir til ta fyrstu bókina.
Marni Mortensen finnur úrslitini
Tað hevur eydnast Suna at finna tilfar, sum ikki hevur verið frammi áður. – Eg var ikki so vísur í, at tað fór at eydnast mær at finna tilfar, sum ikki hevur verið frammi áður. Vit hava fingið øll úrslitini, og tað er í sær sjálvum stuttligt. Tað hevur ongantíð verið lætt at fáa øll innanhýsis úrslitini í FM-høpi. Øll tey funnu úrslitini eru tó ikki nakað, ið eg sjálvur havi funnið. Marni Mortensen frá faroesoccer.com hevur arbeitt við hesum í eitt nógv longri tíðarskeið, enn eg havi sjálvur. Tað hevur verið talan um eitt ógvuliga krevjandi arbeiðið. Ein trýr, at tað er bara so líkatil at blaða í nøkrum bókum og gerðabókum, og spyrja seg fyri handa vegin og hinvegin, og so man alt óivað falla uppá pláss, men tað er tíverri ikki so einfalt, tí úrslitini eru ikki so væl frágingin allastaðni. Vit hjálptust so í felag at fáa teir seinastu brikkarnar uppá pláss, fortelur Suni í takklæti fyri tann stóra og týdningarmikla leiklutin hjá Marna Mortensen.
Uppstillingar eru við
Tað sum eisini er við til at lyfta bókina, bæði søguliga, fótbóltsliga og grafiskt er, at Suni hevur liðuppstillingarnar hjá øllum føroyameistarum í bestu fótbóltsdeildini millum 1942 og 1959 á einari talvu, sum hevur ein grønan vøll sum bakgrund. Suni hevur eisini útvegað hvussu føroyska landsliðið hevur stillað upp í landsdystum ímóti Hetlandi og Ìslandi millum 1930 og 1948. Beint uppiyvir tað grafiska yvirlitið við liðuppstillingum eru úrslitini frá ”Meistaradeildini”, sum besta fótbóltsdeildin nevndist miðskeiðis í 20. øld, umframt ta endaligu støðuna fyri hvørt kappingarárið. Grafiska arbeiðið hjá Barbaru Biskopstø er eisini avgjørt við til at lyfta bókina, staðfestir Suni.
Heydrich í Gundadali í 1923?
Millum mongu spennandi frásagnirnar í bókini hjá Suna Merkistein, er ein serligur tilburður frá 1923. Týski krússarin og skúlaskipið ”Berlin” lá við bryggju í Havn. Hetta var um ólavsøkumundið hetta árið, og tveir dystir vóru spældir millum HB og menn frá ”Berlin”. HB vann fyrra dystin 3-2, og tann seinna dystin 5-2. Heili 700 áskoðarar vóru til tann fyrra dystin, og 500 áskoðarar vóru til tann seinna dystin. Ein 19 ára gamal unglingi var mynstraður umborð á tí týska krússaranum. Reinhard Heydrich æt tann ungi maðurin, sum gott 20 ár seinni skuldi gerast illa gitin í heimssøguni, sum eitt hitt ringasta bølmenni nakrantíð. Heydrich var dugnaligur ítróttarmaður, serliga sum fiktari, og Suni heldur tí, at tað er væl hugsandi, at Reinhard Heydrich hevur spælt við ímóti HB. Á felagsmyndini, sum er tikin uttanfyri ”Reinerts Kafé” – har sum Frelsunarherurin heldur til nú – sæst ein ungur maður, sum er ógvuliga meinlíkur Reinhard Heydrich. Ein sjáldsom anekdota, sum Suni hevur funnið fram til, og samstundis eitt dømi um tað stóra nærlagnið, sum liggur aftanfyri bókaverkið um ta føroysku fótbóltssøguna. Suni Merkistein hevur lagt enn ein ítróttarligan bókavarða, og vit eru sera mong, sum við stórum spenningi kunnu síggja fram til summarið og ljósari dagar, tá Suni leggur bókina fram um tað næsta tíðarskeiðið, sum er frá 1960 til 1990.