Føroyska støðan til kríggið í Irak verður nú drigin inn í Fólkatingið.
Tað hendir, eftir at Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, hevur sett Anders Fogh Rasmussen forsætisráðharra fimm spurningar. Hann verður spurdur, um hann kennir til samtyktina á Føroya løgtingi um, at øll tiltøk móti Irak eiga at verða góðkend av ST, og um hendan samtykt er viðgjørd í donsku stjórnini.
Tórbjørn Jacobsen spyr eisini, um danska stjórnin hevur umhugsað at lurta eftir Føroya løgtingi, áðrenn avgerðin um at draga Føroyar inn í kríggið varð tikin.
? Hóast løgtingssamtyktina hevur danska stjórnin vegna bæði Danmark og Føroyar gjørt av at fara í kríggj ímóti Irak saman við USA og Bretlandi. Stjórnin spurdi ikki føroyskar myndugleikar, áðrenn hon tók avgerðina. Og hon hevur heldur ikki síðan givið nakra fráboðan um, at Føroyar eru ímóti krígnum. Tvørturímóti verður føroyskt loftrúm beinleiðis inndrigið í kríggið, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Hann ger vart við, at forsætisráðharrin hevur sagt í fólkatingssalinum, at Danmark og Føroyar eru javnsettir partar í ríkisfelagsskapinum, sum byggja á »gensidig respekt«.
? Eg havi ilt við at síggja javnsetingina í hesum sokallaða felagsskapi. Eg havi ilt við at síggja fólkaræðið. Og eg havi ilt við at síggja virðingina, sigur Tórbjørn Jacobsen og spyr forsætisráðharran, hvussu hann sær tað.
Annars vísti ein kanning í Sosialinum í gjár, at annar hvør føroyingur stuðlar krígnum ímóti Irak. Hinvegin tóku 57 prosent av teimum spurdu undir við samtyktini hjá Føroya løgtingi um, at øll tiltøk ímóti Irak skuldu góðkennast av ST.