Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur tilnevnt limir fyri næsta skeiðið hjá Føroysku málnevndini. Skeiðið er frá 1. oktober 2009 - 30.september 2013.
Limirnir eru:
Jógvan í Lon Jacobsen, dr. philos, lektari ? eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini,
Erling Isholm, studentaskúlalærari - eftir tilmæli frá Móðurmálsfelagnum,
Heðin M. Klein, lærari ? eftir tilmæli frá Rithøvundafelagnum,
Anna V. Ellingsgaard, journalistur ? eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum,
Sólvá Jónsdóttir, studentaskúlalærari - eftir tilmæli frá Mentamálaráðnum.
Føroyska málnevndin varð stovnað í 1985 sambært reglugerð fyri Føroysku málnevndina.
Málnevndin er ráðgevandi málrøktar- og málverndarstovnur. Hon gevur einstaklingum og stovnum ráð og upplýsingar um føroyskt mál. Hon hjálpir fólki við at velja og smíða nýggj orð. Hon svarar eisini spurningum um fólkanøvn, staðarnøvn og onnur nøvn.
Helena Dam á Neystabø ætlar í næstum at seta eina nevnd at endurskoða grundarlagið undir virkseminum hjá málnevndini og í hesum sambandi at fáa smíðað eina lóg til málnevndina at virka eftir.