Føroyska samfelagið mist 500-600 milliónir

Seinastu árini hevur føroyska samfelagið mist 500-600 milliónir í inntøkum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, formaður í javnaðarflokkinum á landsfundinum hjá flokkinum í morgun.

Hann staðfestir, hallið á fíggjarlógini seinastu árini, er eitt sjúkutekin, vit mugu taka í álvara.

- Sjálvandi skulu vit venda hallið á fíggjarlógini til yvirskot. Men so mugu vit geva búskapinum og landskassanum tann rætta heilivágin. Og skulu vit geva tann rætta heilivágin, mugu vit fyrst seta røttu diagnosuna, sigur Aksel V. Johannsen.

Hann sigur, at sostatt má útgreinast, hví, vit hava hall á fíggjarlógini.

Sjálvur hevur hann eitt boð.

- Síðani 2007 hava vit havt eini 11% í inflatión, men undir vanligum umstøðum høvdu skattir og avgjøld til landskassan í minsta lagi vaksið líka nógv, sum inflatiónin.

Høvdu tær tað, høvdu inntøkurnar av skatti og avgjøldum hjá landskassanum verið einar 300-400 milliónir hægri í 2012, enn í 2007.

- Tað er ikki støðan, tvørturímóti eru hesar inntøkur umleið 200 milliónir lægri nú, enn tær vóru í 2007.

- Sostatt mangla einar 500-600 milliónir í hjá landskassanum í inntøkum aftur ímóti tá ið búskapurin er í einum aldukambi.

'Hann tulkar støðuna soleiðis, at mest sannlíkt er orsøkin til hallið hjá landskassanum ikki tað vit rópa bygnaðarligt, men stavar frá lágkonjukturinum.

- Stóra avbjóðingin hjá landskassanum er at inntøkurnar svíkja, tí búskapurin er í einum aldudali, sigur Aksel V. Johannesen.

Hann sigur eisini, alt tosið um sparingar, elva til ótta og misálit og hetta ávirkar føroyska búskapin.

- Føroyskar familjur óttast at tey missa arbeiðið, ella verða tvingað niður í tíð. Samstundis óttast vinnan, at tey fara at selja færri vørur og tænastur.

- Avleiðingin er, at privata nýtslan og íløguhugurin er á søguligum lágum støði beint nú.

- Samanumtikið er støðan tann, at vit brúka ikki pengar og tískil hava sparingarnar havt størri skaða enn gagn á bæði landskassan og einstaklingin.

Hann vísir á, at royndirnar hava lært okkum at tað ikki ber til at spara seg úr kreppuni. - Sparingar hava negativa ávirkan á vøksturin í einum búskapi, og hava sostatt eisini negativa ávirkan á inntøkurnar hjá landskassanum.

Tí vil Javnaðarflokkurin at sparingarnar steðga beinanvegin.

Tvørturímóti snýr tað seg um at geva fólkinum vónina og tryggleikan aftur og tað fer at seta gongd á samfelagshjólini aftur.

- Tað skal gerast við íløgum, sum framtíðartryggja føroyska vælferðarsamfelagið, leggur hann afturat.

Meiri kemur seinni.