Føroyska U-17 liðið vann

U17 landsliðið vann í dag í EM-undankapping í Portugal

Føroyska U-17 landsliðið hevði harðliga brúk fyri at fáa ein fjøður í hattin, nú teir eru í undankapping í Portugál í hesum døgum.

Teir høvdu frammanundan spælt tveir dystir ímóti ávikavist Wales og og Portugál, sum teir báðar taptu 4-1. Men í í dystinum ímóti Kazakstan í dag gekk betri, tí hann vunnu føroyingar 2-1, sum má metast at vera eitt sera gott úrslit.

Gilli Sørensen, tvøradrongur í Aberdeen, og Jógvan Nolsøe í HB, skoraðu tey bæði føroysku málini, men ímóti dystarenda fingu kazakstanar pynta støðuna eitt sindur, tá ið teir fingu eitt mál.

Í seinna hálvleiki fekk fuglfirðingurin, Bogi Reinert Petersen, sum nú er í Vejle, reytt kort, men kortini eydnaðist teimum at vinna, og tað er ikki avrikið minni.