Føroyska ullin hevur lív lagað

Tíðindaskriv

Í morgin, fríggjadagin 29. november, eru 5 ár liðin síðani spunalagið á Suðuroyar Ullvirki var tikið í nýtslu, og harvið býðst høvi til at hugleiða um føroysku ullina, ullaframleiðslu o.s.fr

Í mong harrans ár var orðaskifti millum manna og mynduleikar um trupulleikarnar, sum vóru tengdir at føroysku ullini. Samlaða árliga nøgdin, umleið 50 tons var nevnd sum ein umhvørvistrupulleiki, og bert heilt smáar nøgdir av ull vóru innsavnaðar og gagnnýttar í Føroyum. Ongin ítøkilig ætlan var um at taka avbjóðingina at gagnnýta hetta einaferð so dýrmæta tilfeingi til fulnar.
Sagt varð at føroyska ullin kundi ikki brúkast, hon var keðiliga litt og hon skriðaði, um hon ikki varð nappað, hetta, hóast flestu føroyingar vita, at ullin fyrr var ein treyt fyri at kunna búleikast her.
So varð, stig tikið til at stovnað eitt felag har seyðaeigaranir í øllum landinum áttu lut.
L/F Suðuroyar Ullvirki varð stovnad tann 29. november 1995 og endamálsgreinirnar eru:
?At takað ímóti og viðgera ull
?At leiðbeina hvussu ullin skal handfarast, tá ið roytt verður
?At skipa fyri seyðasýningum og aliarbeiði í sambandi við ull og kjøt
?At góðska ullina til tógv og vørur fyri at fáa best møguliga úrtøku
?At røkja áhugamál limanna fyri best møguligum seyðahaldi

Karðiverk og spunalag, sum var vælegnað at tilvirka føroyska ull á var keypt úr Haderslev í Danmark. Spunalagi var tikið í nýtslu 29. november 1997. Fyrsta ullin var savnað inn runt landið á sumri 1998 og tey seinastu 5 árini hevur Suðuroyar Ullvirkið tikið ímótið 135 tonsum av ull. Av hesum eru umleið 30 tons gagnnýtt sum vørur seldar frá Ullvirkinum. Til stuttleika kann nevnast, at um hetta verður umroknað til eintátta tógv er talan um 150 millión metur tráð ella tilsvarandi longd á einum tráði sum røkkur 4 ferðina runt knøttin.
SIRRI varð stovnað í februar 2000, endamálið var at reka handil við ullvørum tilvirka úr reinari føroyskari ull. Nú gott 2 ár seinri hevur SIRRI handil í Vági, á Áarvegnum í Havn og í Runavík. SIRRI klæði verða eisini seld hjá Vimu í Klakksvík, í Prýðinum á flogvøllinum, í Stikkuni á Eiði og á Heimavirkinum í Vági. Harafturat verða SIRRI klæði seld í Keypmannahavn, Stavanger og Skien í Norra, umframt at fólk úr øllum heraðshornum í heiminum keypa av heimasíðuni www.sirri.fo
SIRRI hevur lagt seg eftir at sniðgeva til børn í øllum aldri, ung og eldri. Í byrjanini fingust bert hosur og føroyskar troyggjur til keyps, nú er samlaða vøruúrvali stórt - 50 ymiskar vørur býtt millum karðaða ull, tógv, pløgg frá innast til uttast til gerandis og fínt og okkurt til húsbúnað.
Í løtuni arbeiða 10 fólk hjá Suðuroyar Ullvirki og SIRRI, harafturat eru tíðugt lesandi innan klædnaídna í praktikk. Næmingarnir koma úr øllum norðurlondum, t.d hava fleiri føroyingar verið, sum nema sær útbúgving í Danmark.
SIRRI vørur eru sermerktar, slitsterkar og spennandi!. Sermerkini eru m.a. tað tøvda tilfari, brúk av hornknøppum og brúki av vovnum og bundnum tilfari saman. Møguleikarnir við føroysku ullini vísa seg at verða óavmarkaðir bæði hvat snið og brúki viðvíkur. Tað eru nógvir fyrimunir at brúka reina føroyska ull; t.d. hava náttúrulitirnir eitt framúr-skarandi litspæl - litað ull virkar, í mun til hana, lívleys. Eftirsum ullin er samfingin er hon ógvuliga slitsterk og harðført, so pløggini tola nógv av.
Tíverri er tað framvegis ikki fingin í lag ein ullinnheintingar- og flokkingarskipan í Føroyum. Hetta er ógvuliga umráðandi, skal dygdin á føroysku ull-vørunum gerast uppaftur betur. Suðuroyar Ullvirki hevur sent Vinnumálastýrinum uppskot um eina slíka skipan og vit meta at skipanin má fevna um serliga hesi evni:

?Kunning og vegleiðing um handfaring av ull
?Innheinting og flokkingarskipan fyri ullina
?Vasking av ullini
?Víðari tilvirkan av ullini til pløgg.

Suðuroyar Ullvirki metir at tað er umráðandi og rætt at øll liðini í ullahandfaringini frá rættini til plagg verður gjørt í Føroyum. Altjóða ráki vísir at tað er eftirspurningur eftir sermerktum vørum framleiddar burðardygt (mótvegis vørum framleiddar av ull vaska t.d. í Onglandi, spunnið í Latín Amerika, bundið í Litavia og síðani selt í einum fjórða landi).
Gott hevði verðið um ull kom á dagskránna hjá teimum hon er viðkomandi fyri; mynduleikunum, bóndrum og almenninginum saman við ullavirkjunum.
Suðuroyar Ullvirki og SIRRI meta at framtíðarvánirnar fyri fyritøkurnar og føroysku ullina eru góðar. Viðskiftafólk eru væl nøgd við vørurnar og halda tær verða haldbarar. Eftirspurningurin eftir SIRRI vørum er stórur og bara økjandi, nýggj snið verða væl móttikin. Maskinvevir eru keyptir og verða settir í gongd til várs. Ætlanin er framvegis at økja um vøruúrvalið og brúksøki, t.d. gleða vit okkum til at gera heimsins sterkastu gólvteppi burtur úr samfingnari ull við nógvum broddi.
Samanumtikið kann sigast, at okkara royndir eru, at fólk hesi seinastu 5 árini hava tikið ta føroysku ullina til sín aftur - hava gjørt seg til eitt við serligu dygdina í reinari føroyskari ull. Endiliga hava pløgg úr føroyskari ull í náttúrulitum aftur fingið heiðurpláss - at verða brúkt til gerandis og fint. Útlendingar hava sagt seg imponerað av, at føroyingar hava klárað at gera klæði við sermerkta snið-inum og úr náttúrulitunum hetta er, t.d. ikki sligið ígjøgnum í grannalondun-um t.d Íslandi, Noregi, Shetlandi ella Írlandi.
Suðuroyar Ullvirki er einasta virki í landinum, sum er grundað á framleiðslu av vørum úr føroyskari ull, og er eisini einasta virki i landinum, sum bara fæst við at spinna føroyska ull - so einfalt er tað!.
Í sambandi við 5 ára dagin verður latið 10 % avsláttur av SIRRI vørum í handlunum sum selja SIRRI vørur.
Komandi leygardag tann 30. november er virkið opið fyri almenninginum millum kl. 14 - 17.

???????????????
Seyðahár
í 1000 ár
átti lívið
í okkum

Ein vælbundin troyggja
úr føroyskari ull
Er eins og brynja
ið verjir fyri øllum veðri
lat teg úr troyggjuni
rist hana einar tvær ferðir
og regndroparnir flúgva burtur

Vælbundnar hosur
eru altíð heitar
Verða tær vátar
hitna tær aftur

Var tú kaldur um
høvur og fót
beyð tær ikki bót

Frá innast til uttast
frá høvur til fót
Hin vælsignaða ullin
eisini til segl og nót

Við hógv
verður ull
til víkingatógv

Steinbjørn B. Jacobsen