Tá leiðarin á Norðoya Kunningarstovu fyrr í ár frætti, at Pizza Aage ætlaði at halda fram at nokta týskarum og fraklendingum mat í sínum nýggja starvi sum kokkur á Napoli í Klaksvík, bar hann skjótt at. Christian Olsen tók faldarnar frá Pizza Napoli niður av hyllunum, og síðani hava teir ikki verið at sæð í Norðoya Kunningarstovu.
Kundi havt forðað tilburðinum
Sambært Christian Olsen visti eigarin av Pizza Napoli alt um, hvør Pizza Aage var, og hvat hesin var kendur fyri bæði í Danmark og aðrastaðni, tá hann setti nýggja kokkin í starv.
Christian minnr á, at eigarin hevur havt allar møguleikar og góða tíð at forða tí, sum hendi leygarkvøldið, men gjørdi tað kortini ikki. At atburðurin hjá Pizza Aage skuldi ganga út yvir gestir og starvsfólk, áðrenn tann, sum veruliga hevði ábyrgdina, traðkaði til, var sambært Christian bæði óneyðugt og púra órímiligt.
Skaðin longu hendur
- Eg eri sjálvsagt glaður um, at Pizza Aage er farin aftur til Danmarkar, men eg má samstundis tíverri viðganga, at eg vænti, at skaðin longu er hendur Tað skuldi ikki undra meg, um hesi tíðindini verða at frætta aðrastaðni líka skjótt, sum hinar ferðirnar, Pizza Aage hevur gjørt um seg, sigur Christian Olsen, sum nú fer at leggja faldarnar frá Pizza Napoli framaftur.
Beint áðrenn blaðið fór til prentingar frættist, at tilburðurin á Napoli leygarkvøldið var ein av høvuðssøgunum í tíðindasendingini hjá DR í gjárkvøldið.