Aftur í ár fara fleiri føroyskar fyritøkur, sum onkusvegna hava samband við fiskivinnuna, at vera við á stórum stevnum í Skotlandi.
Talan er um fiskivinnustevnuna, sum hevur verið nú í nógv ár.
Men eins og í 1998 verður eisini ein onnur stevna, ?AquaCulture International? og henni fara føroyskar fyritøkur eisini at vera við á.
Báðar stevnurnar eru Glasgow døgunum frá 30. mars til 1. apríl í ár.
Og eins og undanfarin ár fer Menningarstovan aftur ú ár at skipa fyri felags føroyskari luttøku á fiskivinnustevnuni. Menningarstovan sigur, at 12 føroyskar fyritøkur fara at luttaka á føroyska básinum.
Tær eru: Faroe Ship, F.J.M., Havsbrún, Injector International, Kemilux, KJ-Hydraulik, Oilwind, Nomatek, Klaksvík Industry Group, Teymavirkið, Tórshavnar Skipasmiðja og Vónin.
Av hesum fara Faroe Ship, Injector International, Oilwind, Nomatek og Vónin at sýna fram á egnum bási.
Hinar fyritøkurnar fara at føra seg fram á føroyska felagsbásinum.
Hetta er sætta árið á rað, at føroyskir fyritøkur, sum á ymsan hátt veita fiskivinnuni ymsar tænastur, føra seg fram á hesum Fiskivinnu framsýningunum undir felagsheitinum ?North Atlantic Resource Centre?, sum Føroyar nú eru vorðnar kendar undir víða um í heiminum.
Kortini eru tað fyritøkurnar, sum fyrst og fremst eru vorðnar kendar sum áhugaverdir og kappingarførir veitarar, sigur Menningarstovan
Tey fyrstu árini var fiskivinnuframsýningin í Aberdeen, men í 1998 varð hon flutt til Glasgow.
Og eins og í 1998, verður AquaCulture International 2000 framsýningin samstundis sum Fishing.
Og tað enntá í grannahøllini í sama húsi, tvs í ?Scottish Exhibition & Conference Centre? í Glasgow.
Eisini á AquaCulture International 2000, skipar Menningarstovan fyri felags føroyskari luttøku, og á hesari framsýningini fara fyra fyritøkur at sýna fram, nevniliga Havsbrún, Hydro-Tech, JT Electric og Nomatek.
Av hesum fara Hydro-Tech og JT Electric at sýna fram á egnum bási, meðan hinar báðar fyritøkurnar eru við á føroyska felagsbásinum.
Eisini stór ráðstevna
Menningarstovan upplýsir, at í sambandi við Fishing 2000 framsýningini, verður eisini stór ráðstevna í døgunum frá 27. mars til 29. mars og hon verður eisini í somu høll í Glasgow, sum framsýningarnar eru í. Ráðstevnan hevur fingið heitið ?Fishing Gear Systems 2000? og har verða nógvir áhugaverdir fyrilestrar. Røðararnir koma m.a. úr USA, Íslandi, Noregi, Danmark, Suðurafriku, Niðurlondum, Belgia, Portugal, Japan, Italia og Onglandi.
Skráin fyri ráðstevnuna fæstt á Menningarstovuni.
Beinleiðis flogferð
Fyri at gera tað høgligari hjá luttakarum og vitjandi at koma til Glasgow, verður skipað fyri beinleiðis ferð við Atlantic Airways.
Farið verður úr Føroyum týsdagin 29. mars og heimaftur leygardagin 1. apríl.
Men í sambandi við ráðstevnuna ber eisini til at flúgva beinleiðis til Skotlands, tí 26. mars byrjar Atlantic Airways at flúgva rutuflúgving Vágar-Aberdeen-Keypmannahavn.
Nærri fæst at vita frá ferðaskrivstovunum um hetta.