Føroyskar kvinnur eru klárt á odda í norðurlondum, tá um barnsburðir ræður. Hálvt triðja barn í miðal fyri hvørja kvinnu í aldursbólkinum 15-49 ár, skrivar Hagstovan. Tað er eitt sindur meira enn barnsburðirnir hjá grønlendskum kvinnum, ið eru á øðrum plássi við 2,3 børnum í miðal. Danskar og finskar kvinnur fáa fæst børn - í miðal 1,8 fyri hvørja kvinnu.
Í 2007 vóru tað nøvnini Markus og Anna sum føroyskir nýføðingar oftast blivu navngivin, meðan best umtóktu navnagávurnar í Grønlandi vóru Malik og Pipaluk.
Føroyingar eru eisini fremstir tá talan er um at gera brúk av ansingartilboðum til pinkubørn. 21 prosent av pinkubørnunum millum 0 og 1 ár verða ansað í vøggustovu ella hjá dagrøktarum.
Hesi tølini kunnu síggjast í Norðurlendsku Árbókini 2008, sum er útkomin í dag. Í bókini finnast sambærlig hagtøl um mong viðurskifti í teimum fimm norðurlondunum Danmark, Finnlandi, Íslandi, Norra og Svøríki umframt teimum trimum heimastýrisøkjunum, Føroyum, Grønlandi og Álandi. Bókin kostar 225,- kr. og kann keypast frá H.N. Jacobsens Bókhandli ella frá Hagstovuni. Sum nakað nýtt ber nú til at fáa ókeypis atgongd til ein dátugrunn við túsundvís av tølum um norðurlendsk samfelagsviðurskifti. Dátugrunnurin er komin í staðin fyri fløguna sum fyrr fylgdi við bókini. Dátugrunnurin og Norðurlendska Árbókin 2008 í pdf sniði eru at finna á www.norden.org.